Elduvíkar kirkja 70 ár

Røða: Í húsi Guðs eru vit livandi steinar

Tórbjørn Jacobsen
18. oktober 2021 kl. 09:22

Í stóran mun broytti undirstøðukervið Føroyar. Nógv fæ er lagt í undirstøðuna, men hesar skilagóðu avgerðir broyttu tjóðina frá at vera nógv bygdasamfeløg til at gerast eitt samfelag. Nógv menning er komin úr hesi kjalarslóð. Landafrøðiliga avbyrgingin frammanundan hevur kortini, umframt trúarligu orsøkirnar, verið ein rakstur til, at fólk í t.d. Elduvík ynsktu sær sín egna halgidóm.

Meginskaldið Janus hevði neyvan tikið soleiðis til, um hendan yrkingin var skrivað í okkara tíð: “Á fúkandi ferð gjøgnum Elduvíkslíð, á hestbaki fór hon, føgur og fríð, við sekstan sumrum á baki.” Líðin var ikki bara infrastrukturur hjá ungum fljóðum á sumri. Hon var eisini undirstøðan til halgidómin og kirkjugarðin í grannabygdini Oyndarfirði. Nógvar frásagnir eru um, hvussu ótespiligar hesar ferðir kundu vera.

Í 1924 var sett á at grava fyri kirkjugarði, áðrenn tað vóru kisturnar bornar um Líðina ella skjútsaðar við báti til Oyndarfjarðar, tá tað annars viðraði. Hóast kirkjugarðar og kirkjur ikki standa í sama skipanarliga høpi, annað í kommunala geiranum og hitt í fólkahavinum, so kann ætlast, at fólk í bygdini longu tá hava umrøtt spurningin um at fáa bygdini ein halgidóm. Skúlin, sum hevði torn, varð brúktur, men rákið herðist, táið nesprestur, elduvíkingurin Salomon Joensen, í eina tíð røkti Fuglafjarðar prestagjald. 20. januar 1947 var fundur hildin í skúlanum, og samtyktu elduvíkingar tá at fara undir at byggja eina kirkju í bygdini. Salomon var á øðrum fundi valdur til formann í nevndini, og hann hevði nógv og gott fólk afturat sær.

Væl hevur verið arbeitt. Sunnudagurin hin 14. oktober 1951 var hetta árið fyrsti og tjúgundi sunnudagur eftir trinitatis og hendan dagin varð kirkjan vígd. Hetta var um veturnætur, og hóast tað var av ringasta veðri hendan dagin fyri sjeyti árum síðan, og nógv settust aftur, var Føroya próstur og honum á baki átta prestar komnir til vígsluna. Politiska skipanin var umboðað av landsstýris- og løgtingsmonnum. Kirkjan var stappandi full av fólki, sum skrivað stendur. Próstur prædikaði um kirkjuna sum bønhús og vísti á, at kirkjan er ikki fyrst og fremst eitt hús til at prædika í, men eitt hús til at biðja í. Elduvíkar kirkja var tá 54. kirkjan í Føroyum. Kirkjan stendur í Bønhúsgarðinum – væl valdur matrikkul til nýggja halgidómin.

Nú taki eg uppaftur úr tí, sum eg áður havi havt á lofti, men eg var væl kunnaður um Elduvíkina, áðrenn eg vitjaði bygdina á fyrsta sinni. Ein langabbasystir mín úr Niðristovu á Glyvrum giftist norður higar og var m.a. omma at heimsgitna rithøvundinum Jørgen-Frantz Jacobsen. Trina í Liðanum var arbeiðsgenta á Langanesi í fleiri ár og var meiri ella minni ein partur av familju okkara alt sítt lív, og omma mín í Gøtu, Suffía Gregersen, vaks upp millum áirnar í Syðrugøtu saman við Onnu Helenu (Onnu Lenu) sum giftist til Elduvíkar. Eitt hanagleiv var millum húsini í Útiguttastovu og á Toftini, haðan Anna Helena var slektað. Tær báðar vóru vinkonur lívið á tamb og samskiftu nógv, hóast tær búðu í hvør sínum heraðshorni av landinum. Hóast omma ongantíð kom til Elduvíkar, kendi hon kortini hvørt menniskja í bygdini gjøgnum Onnu Helenu. Óneyðugt skuldi verið at sagt, at unga gøtugentan Anna Helena giftist við Martini Nónskarð (fyrr Eldevig), sum var ein av verkligu høvuðsmonnunum, tá kirkjan varð reist frá grundini.

Av góðum grundum havi eg soleiðis, heilt frá barni av, hoyrt mangt og mikið um hesa bygd, sum hátíðarheldur ein serligan dag, nú kirkjan fer um eitt runt tíðarmót. Í 1968 – í november mánaði - væl fyri at vegurin var komin til bygdina – vitjaði eg á fyrsta sinni í Elduvík. Vit gingu teinin úr Funningsfirði, og Trina í Liðanum var leiðtogari. Vit gistu hjá Johan og konuni og vóru inni á gólvinum í hvørjum húsi. Pápi mín, sum hevði búð og gingið í skúla í Elduvík undir krígnum, Trina var gumma hansara, var við í ferðini, og hann kendi hvørja skel í bygdini. Sunnudagin fóru vit sjálvsagt í kirkju, og síðan tá hevur hendan kirkjan átt eitt serligt rúm í mínari sál. Havi vitjað hana mangan síðani, og av góðum grundum hoyrt uppaftur meiri um hana umvegis mítt góða og at kalla dagliga samskifti við núverandi kirkjuráðsformann. Dánial Martin Hansen.

Kirkjan hon er eitt gamalt hús, stendur um tornini falla; torn sukku eftir torn í grús, klokkur enn kima og kalla. Helst vil Grundtvig siga okkum, at tað er ikki grót, betong og timbur sum eru avgerandi, heldur andin og kristna læran, tað ið verður boðað, sum er ein av tryggu súlunum undir samfelagnum. Tað er hesin ósjónligi strongurin sum lyftir, ikki minst táið á stendur.

Tá tú ferðast í føroyskum bygdum og skoðar kirkjubygningarnar ógvast tú um, at tað hevur borið til í kørgum tíðum at reisa hesar lutfalsliga stóru katedralarnar. Ein serlig megi – forankrað í trúgv, vón og kærleika – er komin undan kavi, og onkur hevur tikið rívan til fyri at alt hetta kundi bera til. Umráðandi hevur verið at fáa eitt felagsrúm í bygdini, ið kundi rúma øllum frá vøggu í grøv, har ið Harrans miskunn kundi sameina allar lutir í kristna universinum.

Sjálvur eri eg uppvaksin í tveimum bygdum. Í Syðrugøtu tey fyrstu árini og har er ongin kirkja. Tá kendist teinurin langur til halgidómin í Norðragøtu, akførini vóru fá, tí var lestur meira vanligur í Grógv enn kirkjugongd. Á Glyvrum gjørdust vit næstu grannar hjá kirkjuni, og tá gjørdist tað ólíka lættari at ganga kirkjugøtuna. Hóast vit onkran sunnudag kundu vera glaðari fyri dýnuna enn guðstænastuna, so sluppu vit ikki undan hesi seinru disciplinini – hesum syrgdi abbi mín fyri við harðari hond. Tíbetur. Sagt í afturhvarvandi reflektión.

Ferðin í 1968 gjørdist bara byrjanin til nógv annað samskifti við bygdina. Elduvíkingurin Christian Haraldsen var lærari okkara í fronskum í Hoydølum, og har og í realskúlanum á Glyvrum gekk eg í flokki saman við hinum fryntliga og nú sálaða Leivi Clementsen, og av góðum grundum havi eg havt serliga nógv og gott samband við bygdina sum havnarmeistari og borgarstjóri hennara. Einaferð á tíðarslóðini hevur kirkjan fingið eitt eldri orgul frá Glyvra kirkju fyri tveyhundrað krónur, og eitt dømi um at sambandið ikki slitnar við bygdarkirkjuna, eftir at konur giftast úr ella frá bygdini, er altardúkurin, sum systrarnar Jacobina (Bina) Lamhauge og Cathrina (Trina) Nónklett sniðgóvu, seymaðu og broderaðu og góvu kirkjuni. Tær vóru báðar giftar og búðu í Lamba – á Byrgisheygnum og á Sýnuni. Tær vóru systrar Martin Nónskarð.

Nú er kanning gjørd um álitið, sum fólk hava á føroyskar stovnar og høpi. Nevni í hesum viðfanginum orðið høpi, tí fólkakirkjan má undir ongum umstøðum gerast ein stovnur. Ein institutión. Gáttin skal vera lág, rúm skal vera fyri øllum, eisini teimum sum siga seg ikki at ganga undir hennara trúarjáttan. Soleiðis gerst hon ein meginsavnari í samfelagnum, onkursvegna halgidómur og mentanarstovnur alt um eina leið. Kom nú at hugsa um sálaða sviðan Björn Afzelius, sum í einum av seinastu sangum sínum deyðamerktur syngur:

"Du vet att jag aldrig har trott på nån Gud, men ibland går jag in i Hans hus, så när skymningen faller i morgon, så går jag i kyrkan och tänder två ljus; det ena för dom jag har sårat, för vännerna som jag försmått, och för tårarna som dom har gråtit, för min skull. Det andra för att jag ska finna, en kärlek som orkar bestå, och en kvinna som en gång kan älska mej som jag är".

Kanningin hjá føroyska universitetinum ger greitt, at føroyingar hava stórt álit á fólkakirkjuni. 80 prosent av fólkinum akslar síni skinn við kirkjuna, og tað prógvar, at hetta er ein samfelagssúla sum vit skulu vera góð við, røkja og ikki bara broyta alt eftir hvussu tilvildarlig rák nú einaferð ferðast kring um hana. Rimmarfast má haldast um kredduna, at fólkakirkjan er fyri alt fólkið, eisini tey, sum hava funnið sær aðrar leiðir í trúarspurningum og teimum sum hava lagt trúnna frá sær ella ongantíð hava átt lut í henni.

Fólkakirkjan og kommunurnar standa sum so í hvør sínum geira, men vit liva í gerandisdegnum í sama samfelag. Tí dittaði eg mær sum borgarstjóri við hesum fáu orðum at heilsa Elduvíkar kirkju á 70 ára degnum og geva henni eina nýggja vínkannu frá Runavíkar kommunu, eftir avráðing millum okkum báðar kirkjuráðsformannin.

Hjartaliga til lukku við degnum og mátti byrurin verið Elduvíkar kirkju og føroysku fólkakirkjuni blíður í ókomnum døgum.

Í húsi Guðs eru vit livandi steinar.