Fyri eini viku síðani skrivaðu vit at stórur eldur hevði verið í pisshúsinum í Mylnugøtu mitt í Havn. Løgreglan hevði illgruna um, at eldurin var ásettur - og nú serfrøðingar hava kannað umstøðurnar, er hesin illgrunin staðfestur.
Løgreglan sigur, at tað er staðfest, at eldurin byrjaði í eini ruskílati og at eldur kann ikki vera komin í av sær sjálvum.
Eingi vakmyndatól eru har um vegir og eingi vitni eru, so tey hava brúkt nógva orku upp á kanna málið. Men løgreglan sigur, at tey hava illgruna til ein persón, men hví tey hava fingið illgruna til akkurát hendan persónin, vilja tey ikki siga.
Men tey siga kortini so mikið, at talan er ikki um ein óvita. Tey fara nú at seta seg í sambandi við viðkomandi og so taka tey tað haðani frá.
Tað var seinnapartin leygardagin, at boðað var frá eldi í pisshúsinum í Mylnugøtu mitt í Havn. Løgreglan sigur, at talan var um lutfalsliga stóran eld og at skaðin er nokk so stórur.
Har var nógvur roykur, at tað kom eisini roykur inn á Hotel Tórshavn við ventilatiónini. Av trygdarávum varð tískil heitt á fólk um at fara av hotellinum og tað fóru fleiri av teimum.
Annars er alt undir jørð, so annars stóðst eingin skaði av eldinum.