Eldur í Kollafjarðartunlinum: Vita við vissu at eingin er í tunlinum

tunnilin verður helst opin aftur um ein tíma

Mynd av Facebook
Áki Bertholdsen
14. september 2024 kl. 11:43

Sum vit hava skrivað hevur eldur verið í einum bili í Kollafjarðartunlinum.

Fyri løtu síðani kundi løgreglan ikki heilt útihýsa, at fólk var í tunlinum, men tað kunnu tey nú.

Tet hava kannað tunnilin og tað er greitt, at har er einki fólk, sigur løgreglan.

Bilurin, sum eldur var í, er fingin úr tunlinum og løgreglan væntar, at tunnilin verður opin aftur um ein tíma.