Eldur í Kollafjarðartunlinum: Nú er koyrandi aftur
Tunnilin er ruddaður, og fyri eini løtu síðani varð hann latin upp aftur
Áki Bertholdsen
14. september 2024 kl. 11:58
Sum vit hava skrivað í morgun, hevur Kollafjarðartunnilin verið stongdur mú fyrrapartin, tí eldur kom í eini bil. Eingin fólkaskaði var, men tunnilin varð stongdur. Men løgreglan sigur, at nú er hann ruddaður og fólk frá Landsverki hava kannað hann. Tey hava góðkent at hann kundi latast upp aftur og tað varð hann so fyri eini løtu síðani