Eldurin, sum kom í ein bil í Kollafjarðartunlinum, er nú sløktur. Men tunnilin er framvegis stongdur og tað verður hann í rúma tíð afturat, tí eldurin var so stórur, at hann hevur gjørt skaða á vegbreytina.
Sum vit skrivaðu í áðni var førarin einsamallur í bilinum og hann hevði løgreglan havt samband við.
Løgreglan sigur, at eldurin er umleið ein kilometur inni í tunlinum sunnanífrá. Sløkkilið og løgreglan sum koyrdu sunnaneftir, sóu heilt inn, so roykurin er farin norðureftir. Og løgreglan sigur, at við munnan í Kollafjørði er nógvur og tjukkur roykur.
Løgreglan sigur, at tað er ógvuliga lítið sannlíkt, at fólk eru í tunlinum, men tey kunnu ikki heilt útihýsa tí, men sum er, slepst ikki inn at kanna málið, tí tað er so nógvur roykur.
Men tey vita um bilar, sum vóru á veg ígjøgnum tunnilin, suðureftir, og sum lukkaðust at venda við og sleppa sær út aftur.
Løgreglan sigur, at eitt, sum ger arbeiðið tvørligt, er, at trygdarviðurskiftini í tunlinum eru so vánalig. Ávaringarljósini uttan fyri tunnilin virkar ikki og bummurin, sum skal stongja vegin í sambandi við óhapp, riggar heldur ikki.
Sostatt hevur løgreglan fingið privat fólk at hjálpa spær at sperra vegin við bilum og lastbilum fyri at forða fyri, at fólk nærkast tunlinum.
Blásararnir sum skulu blása royk úr tunlinum, eru heldur ikki til nakra nyttu.
Ein lastbilur steingir vegin við rundkoyringina í Kollafjarðardali og bilar steingja vegin við rundkoyringina til Eysturoyartunnilin oman fyri Hvítanes. Men eru tað fólk, sum hava ørindi á Sundi ella skulu til Kaldbaks, sleppa tey ígjøgnum.
Løgreglan dugur ikki at siga, nær tunnilin verður opin aftur.