Eldur í húsum við Norðskála
Fleiri sløkkilið eru send á staðið
Áki Bertholdsen
22. mai 2024 kl. 13:14
Fyri eini løtu síðani varð ringt til løgregluna at boða frá, at eldur var í einum sethúsum við Norðskála.
Løgreglan sigur, at talan er um ein stóran eld og at tey hava sent fleiri sløkkilið á staðið í eini roynd at basa eldinum.
Hetta er so stutt síðani, at hetta er tað einasta, tey vita um støðuna beint nú