Eldur í bili í Kollafjarðartunlinum

Tunnilin er stongdur

Áki Bertholdsen
14. september 2024 kl. 10:53

Fyri eini løtu síðani varð boðað frá, at eldur var komin í ein bil inni í Kollafjarðartunlinum Løgreglan sigur, at bilførarin var einsamallur í bilinum og hann er sloppin út í øllum góðum.

Men nú verður farið inn í tunnilin at sløkkja. Talan er um ein vanligan bensinbil. Avleiðingin av hesum er, at tunnilin er stongdur - og løgreglan væntar, at tað verður hann í rúma tíð. Sostatt er løgreglan í ferð við at leiða ferðluna eftir oyggjarvegnum.