Eldur í bili á Skála í morgun
Tað gekk skjótt at sløkkja, sigur løgreglan
Áki Bertholdsen
10. juli 2024 kl. 11:15
Nú í morgun fekk løgreglan boð um, at eldur var komin í ein bil á Skála. Hetta var í bygdum øki, beint við eina garasju og hús, men sløkkiliðið bar skjótt og at tey fingu sløkt eldin.
Tað gekk ein hálvurt tími frá tí at eldurin varð fráboðaður til hann var sløktur aftur.
Løgreglan sigur, at bilurin er uppkolaður, men annar skaði er ikki hendur. Eingin var í bilinum, sum gekk í tómgongd, men fólk vóru beint við. Tey vita ikki, hví eldur kom í, men tey halda at hann er kyknaður í motorinum.