Mynd: nes.fo
Eldrasambýlið Vesturskin á Toftum 20 ár
Heimið varð tikið í nýtslu 1. september í 2004
nes.fo
12. september 2024 kl. 17:00
Tann 1. september vóru 20 ár liðin, síðan eldrasambýlið Vesturskin á Toftum var tikið í brúk.
Í hesum sambandi bjóðaði heimið til ein góðan kaffimunn og køku sunnudagin 8. sept.
Sangbólkurin Gadders sang nakrar sangir, og Tórbjørn Jacobsen, stýrisformaður fyri Roðan, helt røðu.
Elisabeth Joensen, sum hevur starvast í køkinum øll árini, bar fram eina heilsan og tøkk.
Hansmar Mikkelsen, sum hevur avvarðandi á Vesturskin, hevur málað heiminum ein málning av Toftum í samband við 20 ára dagin hjá heiminum.