Í samband við kommunuvalið, sum verður í november, hevur Dimmalætting sett øllum borgarstjórum í landinum nakrar spurningar.
Her svarar Poul Jacob Poulsen, borgarstjóri í Kunoyar kommunu:
Hvat avrik í hesum valskeiðnum er tú fegnast um?
- Tá vit komu til vóru stórar verkætlanir í gongd, og illveðrið í januar 2021 bleiv okkum dýrt. Tá skuldin var stórst nærkaðist hon hálvari álíkning. Nú eru vit um at vera skuldarfrí aftur, og hóast tað hevur verið stramt, hava vit kunnað gjørt onkrar verkætlanir.
Hvat mál, sum ikki eydnaðist at loysa í hesum valskeiðnum, iðrar tú teg mest um?
- At fáa skipað eina góða bussleið ímillum Klaksvík – Haraldssund – Kunoy. Eg havi tó enn vónir um at hetta fer at eydnast, um ikki í hesum valskeiðnum.
Hvat er størsta málið, sum er fyri framman, í komandi valskeiði?
- Eldraøkið verður nokk størsta málið í komandi valskeiðum, og bygging av nýggjum og effektivari heimum.
Stillar tú upp aftur á komandi kommunuvali?
- Tað er ikki planurin.