Eldraøkið hevur ein tørv, og skúlarnir skulu raðfestast

Kommunuval 2024: Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu, svarar fýra skjótum

Fríðmundur Nattestad
29. mai 2024 kl. 20:00

Í samband við kommunuvalið, sum verður í november, hevur Dimmalætting sett øllum borgarstjórum í landinum nakrar spurningar.

Her svarar Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu:


Hvat avrik í hesum valskeiðnum er tú fegnast um?

- Arbeiðið at viðlíkahalda og endurnýggja ymsar bygningar hevur kravt nógv. Eitt av úrslitunum er tann stóra útbyggingin, sum skal gerast í skúlanum í Leirvík.


Hvat mál, sum ikki eydnaðist at loysa í hesum valskeiðnum, iðrar tú teg mest um?

- Vit hava arbeitt nógv við at fáa til vega økir til íbúðar bygging. Hetta hevur tíverri ikki givið tað talið av íbúðum og bústaðar møguleikum, sum vit upprunaliga ynsktu.


Hvat er størsta málið, sum er fyri framman, í komandi valskeiði?

- Eldraøkið hevur ein tørv, og skúlarnir skulu raðfestast.


Stillar tú upp aftur á komandi kommunuvali?

- Sjálvandi. So má tíðin vísa um tað, mann ger til nyttu, er virðismett av borgarunum, og um mann aftur fær ein møguleika at verða partur av býráðnum.