Tey flestu kenna søguna um skiftið á eldraøkinum, táið landsmyndugleikin við lóg flutti økið yvir til kommunurnar at eiga og reka. Semja var tá millum partarnar um at eftirmeta útveitanina eftir at nakað var fráliðið.
Í desember 2021 var eftirmetingin komin á mál, og við henni fylgdi eitt tilmæli um møguligar broytingar í skipanini fyri at fáa fíggjarliga grundarlagið undir virkseminum støðugari. Partar av tilmælunum vórðu settir í verk, meðan aðrir liggja eftir og bíða eftir at vera lagdir inn í fíggingarleistin.
Fyri viku síðan legði Búskaparráðið, sum fyriskipað, fram konjunkturfrágreiðing – heystfrágreiðingina - fyri 2024. Um eldraøkið verður skrivað: Kommunurnar hava gjørt nógvar íløgur seinastu árini, men sambært Kommunufelagnum er lítið gjørt á eldraøkinum.
Íløgur í eldraøkið skulu tryggja, at raksturin verður so effektivur sum møguligt hjá kommunum, tí eldrarøktin fer at økjast nógv komandi árini….og stórar avbjóðingar eru fyri framman orsakað av demografisku gongdini. Ráðið staðfestir, at neyðugt er undir øllum umstøðum at endurskoða fíggingina av eldraøkinum.
Búskaparráðið vísir á, at verða ongar broytingar gjørdar, so verður tað trupult hjá fleiri kommunum at megna avbjóðingina komandi árini. Hvussu framtíðar eldrarøkt og heimasjúkrarøkt skal fíggjast er eitt stórt politiskt mál.
Landsmyndugleikin hevur í sínari tíð skrúvað fíggingarleistin saman, harvið krevjast landspolitiskar avgerðir av nýggjum fyri at leggja grundarlagið undir eldraøkinum á eina leið, sum er nøktandi, serliga í mun til avbjóðingarnar sum liggja fyri framman. Í so máta hava kommunurnar ongar heimildir. Tær fáa bert reist málið einaferð enn, meðan møguleikin til tess at fremja neyðugar broytingar liggur hjá landsstýrinum og almenna geiranum.
1. januar 2015 flutti landsmyndugleikin eldraøkið til kommunurnar at reka og eiga. Gjørdur var tá ein fíggingarleistur, ið tryggjaði kommunum inntøkur at fíggja økið við. Meginbulurin í fíggingini var/er eftirlønarskatturin, - ella sokallaða forskattingin av pensiónum.
Hóast fleiri kommunur hava havt fíggjarligt hall av eldraøkinum øll hesi smáu 10 árini, síðan útveitanina, so hava inntøkurnar higartil megnað so dánt at runnið aftaná útreiðslunum. Men, tey serligu viðurskifti, sum higartil hava tryggjað javnvágina millum inntøkur og útreiðslur, fara at dragna av álvara frá 2026 og frameftir.
Higartil hevur skattagrundalagið undir forskattingini verið støðugt vaksandi vegna árligu hækkingina í bundna eftirlønargjaldinum. Um eitt stórt ár kemur lógásetta gjaldið upp á tey ætlaðu 12%´ini av lønini, tá heldur hesin íbygdi vøksturin uppat sum hevur verið.
Harumframt hevur fólkavøksturin verið stórur síðan 2015, og hetta hevur økt munandi um inntøkurnar. Stóra tilflytingin er nú sambært hagtølunum víkjandi, og sum støðan er í løtuni, eru ikki útlit fyri stórvegis vøkstri í løntakaratalinum.
Eisini útreiðsluvøksturin hevur verið lutfalsliga lágur síðan 2015, tí tað er ikki fyrr enn nú, at talið av fólki í røktarkrevjandi aldri av álvara fer at taka dik á seg. Harumframt hevur íløgutørvurin verið lítil á eldraøkinum síðan 2015. Fleiri stór røktarheim og sambýlir vóru bygd árini fram undir útveitanina, tí hevur tað ikki verið átrokandi neyðugt við stórvegis útbyggingum. Men við stóra vøkstrinum, ið nú verður, fer íløgutørvurin at vaksa skjótt.
Samanumtikið kann tí sigast við rættiliga stórari vissu, at útreiðsluvøksturin á eldraøkinum komandi árini verður væl størri enn inntøkuvøksturin. Samanlagt verður trýstið á kommunukassarnar stórt komandi árini, og við vissu fáa kommunurnar eitt vaksandi hall vegna eldraøkið. Ójavnin millum inntøkur og útreiðslur fer at vaksa, serliga eftir at bundna eftirlønargjaldið hevur rakt yvirliggjandi bjálkan á 12%.
Tey flestu munnu halda, at kommunurnar í stóran mun hava umsitið eldraøkið fyrimyndarliga, tær hava víst í verki, at tær kunnu tryggja ein skynsaman og skilagóðan rakstur av eldraøkinum, men avbjóðingina við fíggingini frameftir, hana eiga tær ikki heimild til sjálvar at loysa. Einasta heimild kommunur eiga í skattalógini er at áseta sítt egna skattaprosent og barnafrádrátt.
At lata kommunurnar fíggja vaksandi undirskotið við kommunuskattinum er ikki nøkur skilagóð loysn. Til tað er aldursbýtið og inntøkugrundarlagið í kommununum alt ov ymiskt. Tað er ikki rímiligt, at íbúgvar sunnanfjørðs skulu rinda fleiri túsund krónur meira um mánaðin í skatti enn íbúgvar í miðstaðarøkinum, bara tí at tey búgva í einari kommunu, har ið nógv eldri fólk búgva.
Á sama hátt sum við sjúkrahúsverkinum er eldraøkið ein uppgáva sum allir føroyingar mugu fíggja í felag, annars verður byrðan ov tung hjá summum, meðan onnur sleppa ov lætt. Neyðugt er tí, at land og kommunur seta seg saman fyri at finna eina loysn, sum kann tryggja eina framhaldandi samhaldsfasta fígging av eldraøkinum.
Sum sagt omanfyri varð ein eftirmeting gjørd av eldraøkinum í 2021. Í hesum sambandi varð ikki bara víst á komandi avbjóðingar, men eisini á ítøkiligar loysnir, sum kundu bøta nakað um støðuna frameftir. Sitandi samgonga hevur í samgonguskjalinum sett sær fyri at viðgera eftirmetingina saman við kommununum, men enn hevur samgongan lítið og onki gjørt við málið.
Fleiri hugskot vóru nevnd í eftirmetingini. M.a. møguleikin fyri at lækka botnfrádráttin hjá landinum soleiðis, at kommunurnar sjálvar fingu fult ræði á honum. Ein annar møguleiki var, at kommunurnar vórðu frítiknar fyri MVG-gjald. Tær rinda sum er 6,25% í meirvirðisgjaldi til landskassan, - í 2020 svarandi til á leið 75 milliónir krónur. Loyst var tá upp fyri at broyta brúkaragjøldini og kommunala skuldarmarkið var flutt nakað uppeftir, men ein størri skuld hjálpir ikki einum støðugt tyngri rakstri á eldraøkjunum kring um landið.
“Saman eru vit sterk” er yvirskriftin á samgonguskjalinum hjá sitandi samgongu. Vit síggja fram til at hetta eisini verður galdandi, táið tað kemur til fíggingina av eldraøkinum í ókomnari tíð. Seinastu 10 árini hava prógvað, at stórur tørvur er á rannsakan í felag fyri at fíggjarliga gongulagið á hesum týðandi øki verður okkara eldru og samfelagnum at mesta gagni.