Mikudagin 17. apríl klokkan 10 - 13 verður tiltakið Eldraleikir 2024 í Høllini á Hálsi í Havn. Tað er terapeuttoymið í Tórshavnar kommunu, sum skipar fyri.
- Hetta verður ein stuttligur og øðrvísi dagur, har kappast verður í liðum, í ymiskum avbjóðingum. Málið er fyrst og fremst, at tað skal verða stuttligt. Til dømis verður kappast í stafettum av ymiskum slagi, at sláa seym, minnast ting, byggja torn úr ymiskum lutum og at kasta, lofta og halda ymiskum, siga fyriskipararnir.
- Eingin skal halda seg aftur, heldur ikki um ein møguliga ikki fær gjørt alt. Til tær flestu avbjóðingarnar skulu nøkur umboð úr liðnum luttaka, ímeðan restin “heppar”.
Pláss er fyri 150 luttakarum. Fyri at melda til skal teldupostur við bústaði og telefonnummari hjá luttakaranum senda til baram@bhs.fo
- Vit gera liðini, men hevur ein ynski um at vera á liði saman við onkrum ávísum persóni, so ber til at viðmerkja tað.
Freistin at melda til er 10. apríl.
- Ábit verður á miðdegi, og okkurt verður til vinnandi liðið, siga fyriskipararnir.