Eldgos á Kanariuoyggjunum

Tað er farið at goysa á oynni La Palma, sum er partur av Kanariuoyggjunum

Sigurjón Einarsson
20. september 2021 kl. 16:30

Í gjár byrjaði tað at goysa á oynni La Palma á Kanariuoyggjunum. Hetta hendir, eftir at fleiri smærri jarðskjálvtar hava verið í økinum.

Myndugleikararnir hava seinastu vikurnar ávarað um, at tað væntandi fór at goysa á La Palma skjótt, og í gjár kom so útbrotið. Sum tað sæst á hesum videobrotinum, so er eldgosið nær við eitt bústaðaøki.

Spanskir myndugleikar boða frá, at tey hava flutt 5.000 fólk burtur frá økinum, har eldgosið er, men at eingin er komin til skaða.

Myndir vísa, at grótbræðingin frá Cumbre Vieja-gosfjallinum hevur oyðilagt fleiri hús.

Jonas Perez, ein lokalur ferðaleiðari, sigur í samrøðu við BBC, at tey enn føla ristingar vegna útbrotið.

– Eg havi ongantíð fyrr upplivað tílíkan larm frá gosfjallinum. Tað ljóðar sum 20 hernaðarflogfør, tá tey fara á flog, sigur hann.

Tað hevur verið nógv seismiskt virksemi síðstu vikuna undir gosfjallinum Cumbre Vieja, har tað millum annað vórðu 20.000 ristingar máldir leygardagin.

Kann fáa álvarsligar avleiðingar

Avleiðingarnar av einum útbroti á Kanariuoyggjunum kunnu vera sera álvarsligar. Í fleiri áratíggju hava granskarar fylgt við seismiska økinum á La Palma, tí røddir hava verið frammi um, at Cumbre Vieja-gosfjallið, og harvið ein stórur partur av vestursíðuni av La Palma, kann vera í vanda fyri at fara í havið.

Hendir hetta, so kann ein ógvislig flóðalda raka Karibisku oyggjarnar og Florida, men sambært útrokningum hjá Jan Niewenhuis, professara í Delft University of Technology í Niðurlondum, so fer tað at taka minst 10.000 ár, áðrenn fjallasíðan verður somikið høg og óstøðug, áðrenn vandi kann vera fyri, at stórur partur av oynni fer í havið.

86.300 fólk búgva á oynni, La Palma.