Elbilframleiðarin Fisker fer á heysin

Danskarin Henrik Fisker skuldi sniðgeva nýggjar bilar hjá Tesla, men valdi so at stovna sína egnu elbila fyritøku. Hon er nú farin á heysin aftaná longri tíð við fíggjarligum avbjóðingum.

Halgir Winther Nagata
18. juni 2024 kl. 09:05

Nýggi bilurin hjá fyritøkuni Fisker eitur Ocean, og tað er eftir øllum at døma eisini seinasti bilurin hjá teimum. Aftaná longri tíð við stórum avbjóðingum er elbilframleiðarin Fiskar nú farin á heysin. Tað skrivar Motor.fo.

Tað var longu í 2007, at danskarin Henrik Fisker varð settur hjá Tesla at sniðgeva elbilar, men hann valdi so at siga seg úr starvi og stovna sína egnu fyritøku sum skuldi kappast við Tesla á elbilamarknaðinum. Tað skrivar DR.

Sambært Reuters var ætlanin hjá Fisker at bjargast við eini størri íløgu frá japanska Nissan, men tað gekk fyri. Nú hevur fyritøkan valt at lata seg fara á heysin.

Fyrr í ár segði kendi ummælarin av tøkni Marques Brownlee at Fisker Ocean er tann vánaligasti bilurin hann nakrantíð hevur ummælt. Tú sært ummæli hansara niðanfyri.