Elbilafelagið hevur eitt ár á baki

Elbilafelagið, sum varð stovnað fyri einum ári síðan, fegnast, at føroyingar keypa fleiri elbilar, men felagið fílist samstundis á, at løðimøguleikarnir ikki eru betraðir seinasta árið

Sigurjón Einarsson
25. januar 2022 kl. 08:07

Leygardagin 23.januar 2021 var stovnandi aðalfundur fyri Elbilafelagnum, har komið bleiv fram til, at endamálið felagsins er:

·         At savna fólk, ið hava áhuga í el-akførum.

·         At veita almenna kunning um el-akfør.

·         At arbeiða fyri at betra um umstøðurnar fyri el-akførum.

Felagið fegnast, at tað eru framstig hend við elakførum hetta seinasta árið, har millum annað úrvalið av bilum er vaksið nógv og hugburðurin at ogna sær ein elbil, er broyttur nógv í samfelagnum. Við árslok 2021 vórðu 603 el-persónbilar skrásettir í Føroyum og talið er næstan tvífaldað í mun til ársbyrjan 2021. Fyri ári 2021 vóru elbilar umleið 35 prosent av samlaða vøkstrinum.

Áhugin fyri elbilum er ferfaldaður seinastu mánaðirnar. Tað kemur millum annað eisini fram í seinastu Dimmalætting, sum kann keypast í sølubúðunum.

– Eg veit ikki rættiliga hví tað hendi so brádliga, men vit upplivdu í september til november í fjør, at eftirspurningurin eftir elbilum eksploderaði.

Tað sigur stjórin í Bilasøluni, Hans Jákup Langgaard.

Boðskapurin hjá tveimum øðrum bilasølum er tann sami.

– Áhugin fyri elbilum er vaksin serstakliga nógv seinastu mánaðirnar, siga bæði Pauli Waag hjá Waag Bilar og Poul Arni Poulsen hjá Wenzel við Dimmalætting.

Men samstundis sum Elbilafelagið fegnast um gongdina seinasta árið, so fílist felagið á, at tað er nøkur viðurskiftið, sum ikki eru broytt so nógv tað seinasta árið.

Eitt nú eru løðimøguleikarnir hjá fólkum, sum ikki fáa løtt sín bil heima við hús. Her hevur Elbilafelagið roynt at seta fokus á, at kommunur eiga at broyta byggisamtyktirnar soleiðis, at tað verður eitt krav, at almenn parkeringspláss og nýbygging av íbúðarøkjum/blokkum hava løðistøðir ella í minsta lagi eru gjørd klár til at hava løðistøðir.

– Fyri at tað skal gerast møguligt hjá øllum fólki at velja ein elbil, heldur enn ein bensin/dieselbil, er sjálvandi neyðugt, at borgarar hava møguleika at løða bilin heima ella á arbeiðsplássinum. Í okkara samskifti við kommunurnar, hava nakrar kommunur  váttað, at loysnir til henda trupulleika verða raðfestar, sigur Elbilafelagið í einum tíðindaskrivi.

Eisini er tað avgerandi, at arbeiðspláss hava møguleika at seta upp løðistøðir til síni starvsfólk, viðskiftafólk og egnar elbilar.

– Hetta hevur Elbilafelagið havt samskifti við SEV um, og vit í Elbilafelagnum eru spent uppá loysnina SEV í løtuni arbeiðir við, fyri at hetta kann gerast møguligt. SEV hevur váttað at loysnin verður klár fyrsta dagin. Samstundis er tað eisini umráðandi at elbilaførarar altíð skjótt og nemt kunnu nýta sokallaða skjótløðing, tá tað er neyðugt. Tað er í løtuni SEV, sum hevur ábyrgdina av at útbyggja inafrasstrukturin viðvíkjandi løðistøðum. Tann einasta broytingin, sum er hend hetta seinasta árið er, at ein hart tiltrongd skjótløðistøð er komin afturat á Skálatrøð í Havn, afturat einari AC-løðistøð afturat. Men SEV hevur váttað, at ein skjótløðistøð kemur í Gøtudali, Skálabotn og í Kollfjarðardali, skrivar Elbilafelagið.

Elbilafelagið metir, at fyri framman eru fleiri øki, sum skulu fáast greiðu á, fyri at betra um umstøðurnar, soleiðis at fleiri og fleiri velja ein elbil framum ein vanligan bil. Felagið fílist á, at politiskt er ikki nógv hent á økinum.

– Bæði lands- og kommunupolitiskt er tað avgerðandi at raðfesta orkuskiftið, ikki bara í orði, men eisini í verki. Her skulu land og kommunur ganga á odda, ikki bara við lógum og reglum, men eisini í verki viðvíkjandi almennum bygningum, parkeringsøkjum, bussleiðum og vegakervi.

– Bilasølur mugu eisini flyta seg. Tað er enn ikki óvanligt at hoyra um bilasølufólk, sum tosa kundar frá at keypa elbil, tí  tey vita ov lítið um bilarnar ella hava onnur sjálvsøkin atlit at taka. Bilverksmiðjur mugu eisini uppstiga seg, bæði viðvíkjandi tekniskari vitan og deilum til elbilar, sigur felagið.

Í ár vónar Elbilafelagið, at felagið kann liva meira upp til endamál felagsins, sum millum annað er at savna fólk, ið hava áhuga í elakførum og at veita almenna kunning um elakfør.

– Tað eru nógv vikuskifti og hugskot, har tað er best at møtast fysiskt til eitt prát, afturat einum kaffimunni og kakubita. Vónandi fer korona ikki at liggja eins nógv sum ein fótongul meira, hvat tí viðvíkur.

Til ber at lesa meira um Elbilafelagið á Facebook-síðuni: https://www.facebook.com/elbilafelagid ella á heimasíðuni: http://elbilafelagid.fo