Ekvador: Meira enn 100 dripin í ófriði í fongsli
Myndugleikarnir í Ekvador sigur, at yvir 100 fangar eru deyðir í ógvisligum ófriði í einum fongsli í landinum
Sigurjón Einarsson
30. september 2021 kl. 10:32
116 fangar eru dripnir í einari blóðugari uppgerð í einum fongsli í Ekvador. Sambært myndugleikunum eru minst fimm fangar avhøvdaðir.
Tað skrivar AP-tíðindastovan.
Ófriðurin brast á millum tveir kriminellar bólkar í fongslinum. Fongslið liggur í býnum Guayaquil týsmorgunin lokala tíð. Samanstoytirnir vardu í fimm tímar, har vápn, knívar og spreingievni vórðu nýtt, skrivar AP.
Í juli var eisini blóðugur ófriður í nógvum fongslum í Ekvador. Tá lógu umleið 100 fangar eftirá.