Eivør við nýggjum sjónbandalagi.

Eivør fingið vind í seglini

Dan Lamhauge
12. desember 2020 kl. 10:30

Seinastu tjúgu árini hevur Eivør givið út 9 tónleikaútgávur. Har afturat hevur hon verið við á øðrum útgávum saman við ymsum tónleikarum.

18.septembur lat Eivør tónleikaútgávuna Segl úr hondum. Talan er um eina útgávu við 12 løgum. 9 av løgunum hava enskan tekst, og trý hava føroyskan tekst. Útgávan hevur sum heild fingið góð ummæli. Eitt nú gevur Gaffa útgávuni 6 av 6 stjørnum, fult hús. Í niðurstøðuni skrivar Ivan Rod, ummælari, at hendan útgávan hevur potentiali at gerast tað meistaraavrikið, sum man eisini um tíggju og tjúgu ár fer at tosa um og taka fram. Honum dámar best seinasta lagið á útgávuni, “Gulspunnin”.

Fríggjadagin kom serdeilis vakra lagið, sum kallast “Only love” út sum sjónbandalag. Sjónbandalagið er upptikið í Íslandi. Júst hetta lagið hevur eisini annað íslendskt ískoyti, tí her er íslendskur gestasangari sloppin við. Talan er um ongan minni enn Ásgeir.

Eivør hevur eisini lagt ætlanir fyri 2021. Komandi heyst fer hon á tónleikaferð. Seinast í septembur gongur leiðin til Danmarkar, Svøríkis og Noregs, áðrenn farið verður á ferð runt í Evropa.

Tá man korona hava mist takið. Og vónandi hava vit tá fingið fleiri sjónbandaløg frá Eivør.

https://www.youtube.com/watch?v=IskfkQkKcEA&feature=youtu.be