Eivør í uppskoti at vinna tónleikavirðislønina Norðurlandaráðsins 2021

Eivør Pálsdóttir er saman við 12 øðrum fólkum og bólkum, ið fáast við tónleikalist, í uppskoti at vinna tónleikavirðislønina Norðurlandaráðsins 2021

Sigurjón Einarsson
8. juni 2021 kl. 11:48

Eivør Pálsdóttir er saman við 12 øðrum fólkum og bólkum, ið fáast við tónleikalist, í uppskoti at vinna tónleikavirðislønina Norðurlandaráðsins 2021.

Tey tilnevndu hesa ferð eru millum annað sangarar, fólkatónleikarar, trompetleikari, ein pianist, ein multiinstrumentleikari og ein DJ-samløga. Virðislønin setur fokus á skapan og framførslu á sera høgum listaligum støði. Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins hevur verið latin síðani 1965.

Her eru tey tilnevndu:

Føroyar:

- Eivør Pálsdóttir

Danmark:

- Jakob Kullberg

- Theatre of Voices

Grønland:

- Gerth W. Lyberth

Ísland:

- Thorgerð Ingólfsdóttir

- Víkingur Ólafsson

Norra:

- Stian Carstensen

- Lise Davidsen

Svøríki:

- Studio Children's House

- Lena Willemark

Finnland:

- Anu Komsi

- Verneri Pohjola

Áland:

- Peter Hägerstrand

Vinnarin verður funnin tann 2. november

Vinnarin av tónleikavirðislønina Norðurlandaráðsins 2021 verður kunngjørdur í Keypmannahavn 2. november – tá eisini hinar virðislønirnar verða handaðar.

Vinnarin móttekur eina virðisløn á 300.000 krónur.