Eivør framførir nýggju fløguna "ENN" í Norðurlandahúsinum

Fríggjadagin og leygardagin, 30. og 31. august, verður ein serlig konsertuppliving í Norðurlandahúsinum, tá ið Eivør við bólki fer at framføra løg av nýggju fløguni "ENN".

Ragnar Sjúrðarson
19. august 2024 kl. 20:37

Í juni í ár gav Eivør fløguna "ENN" út, og í sambandi við útgávuna fer hon á konsertferð við heili 38 konsertum í ár. Konsertirnar í Norðurlandahúsinum verða tær fyrstu á túrinum, ið síðani heldur fram til Íslands og víðari út í heim. Konsertferðin í hesyt fevnir millum annað um spælingar í Europa, Nýsælandi og Australia, og í byrjanini av 2025 eisini í USA,umframt at Europa eisini verður aftur á skránni tá.

Konsertin í høllini í Norðurlandahúsinum verður ein standikonsert, har Jógvan Joensen hitar upp. Nøkur sitipláss eru í Klingruni, og fólk við serligum tørvi kunnu venda sær til Norðurlandahúsið fyri at bíleggja sitipláss.

Atgongumerki fáast á NLH.fo, og vit mæla til at keypa í góðari tíð, tí atgongumerkini seljast skjótt. Til leygardagskonsertina 31. august eru bert heilt fá atgongumerki eftir.