Undanfarnu vikur hevur Eivør verið á konsertferð í USA. USA er ein stórur og spennandi marknaður, men eisini ein marknaður, ið tekur tíð at vinna, sigur Sigvør Laksá í tíðindaskrivi.
Í kvøld stendur Eivør so frammanfyri einari av sínum allarmest sermerktu tónleikaupplivingum og tað er tá ið hon trýnir á pallin á Red Rocks Amphitheatrinum í Denver.
Har fer hon at syngja og spæla fyri 9.000 á stórfingja, reyðlitta fjallalendinum. Red Rocks Amphitheater er eitt heilt serligt spælistað, ið 11 ferðir hevur vunnið Pollstar virðislønina fyri at verða besta uttandura spælistað.
Men eisini her um okkara leiðir er ein sermerkt konsert í umbúna tí 10 mai fer hon á pall í navnframa, Royal Albert Hall, í London, har hon fer at syngja og spæla við sínum føroyska bólki.
Fyrsta konsertin hjá Eivør Í Føroyum, verður á G-festivalinum, men seinast í august, fer hon so at hava útgávukonsert í Norðurlandahúsinum. Hetta er fyrsta útgávukonsert í sambandi við at fløgan, Enn, kemur út í juni.