Eivør á pall í heimbygdini
Hon er fastur fusur á G-festivalinum og festivalurin í ár verður einki undantak
Áki Bertholdsen
23. januar 2024 kl. 09:50
Eivør hevur verið fastur fusur á G-festivalinum, sum er í heimbygd hennara, Gøtu. Og nú er almannakunngjørt, at Eivør fer aftur at spæla á G-Festivalinum í ár, sum verður seinasta vikuskiftið í juli fyri ólavsøku.
Fyrireikararnir siga, at tað serliga við framførðsluni í ár, er, at Eivør er á veg við nýggjum sangum, sum hon eisini fer at syngja á G-festivalinum í ár.