Eitt verkfall hevur aldrin fingið so góðan stuðul sum hesa ferð

Suðuroyingar skulu ikki verða verri fyri enn onnur, sigur formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag

Her verða bussar hjá Bygdaleiðum, blokeraðir
Áki Bertholdsen
24. mai 2024 kl. 11:00

Nú hevur verkfall verið í 11 dagar og rættiliga nógv virksemi í samfelagnum er rættiliga nógv skert.

Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, sigur, at eftir umstøðunum gongur tað væl at skipa verkfallið.

Men tað er serliga eitt, hann fegnast um, og tað er, at undirtøkan fyri verkfallinum er sjáldsama góð.

Hann hevur verið í nevndini í Føroya Arbeiðarafelag í meiri enn ein mansaldur og hann minnist eisini verkføllini sum vóru fyrr í tíðini

Men hann sigur, at tað hevur aldrin verið so stór undirtøka fyri einum verkfalli, sum hesa ferð.

Hann sigur, at hetta er ein ábending um, at at nú sansar at fíggjarliga, tí prísirnir eru hækkaðir so nógv, at verkfafólk fáa ikki endarnar at røkka saman, og tí er kravið ein ordilig lønarhækking, sum tey siga.

Hann sigur eisini, at tey hava gjørt fleiri undantøk frá verkfallinum. Sjúk og veik verða ikki rakt og tí verða sjúkrahús, og tey, sum hava við heimasjálp og sjúkrarøkt at gera, ikki rakt sum so. Tey fara framvegis at fáa brennievni til bilarnar, og sjúkrahús og ellis- og røktarheim, verða vaskað.

Brennievnievnið er farið at ganga undan av álvara, men neyðsendarakfør og bilar hjá heimasjúkrasystrum og heimahálpum, fara framvegis at fáa brennievni.

Tey hava eisini loyvt heilsølunum at tøma goymslurnar, so matvørur verður framvegis koyrdar í handlarnar - men tað verður bara til heilsølurnar eru tómar, tí nýggj vøra kemur ikki til landið.

Samstundis eru nógvar vørur uppi, eitt nú grønmeti, frukt, epli, egg, og annað. 

Tey hava eisini sett sær fyri, at suðuroyingar skulu ikki rakast harðari enn onnur og tí sleppur Smyril at sigla við ferðafólki. 

Men hóast Smyril ikki sleppur at føra farm, sleppa heilsølubilar suður út frá teirri grundreglu, at munur skal ikki gerast á suðuroyingum og øðrum føroyingum, so tá ið handlar norðan fyri fáa vørur, skulu suðuroyingar eisini fáa vørur.