Eitt stórt mál fyri framman er at gera kommununa klára til Suðuroyartunnilin

Kommunuval 2024: Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vágs kommunu, svarar fýra skjótum

Fríðmundur Nattestad
27. mai 2024 kl. 12:00

Í samband við kommunuvalið, sum verður í november, hevur Dimmalætting sett øllum borgarstjórum í landinum nakrar spurningar.

Her svarar Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vágs kommunu:


Hvat avrik í hesum valskeiðnum er tú fegnast um?

- Næstan alt sum je fór á val uppá, hava okur gjøgnumført. Víðkað barnaansingina, bátahylurin, ferðsluviðurskiftini við Vágs Skúla, spæliplássið í miðbýnum og vaskitænastan til eldri. Okur hava fingið vágbingin í fokus.


Hvat mál, sum ikki eydnaðist at loysa í hesum valskeiðnum, iðrar tú teg mest um?

- Spillivatnsætlanin er eitt mál, sum ikki er loyst, men har er nú ein loysn.


Hvat er størsta málið, sum er fyri framman, í komandi valskeiði?

- Eldraøki, bústaðir, spillivatnsætlanin og at gera Vágs kommunu klára til Suðuroyartunnilin.


Stillar tú upp aftur á komandi kommunuvali?

- Ja, je stilli upp til komandi kommunuval. Hetta hevur verið ein sera spennandi tíð sum borgarstjóri, sum hevur givið mær hug til at royna meira.