Fyrr í ár luttóku átta spennandi landbúnaðar- og ferðavinnuverkætlanir í átakinum Nýskapan í landbúnaðarferðavinnuni sum Hugskotið, Visit Tórshavn og Visit Faroe Islands skipaðu fyri. Barbara Andreasen luttók í átakinum við verkætlanini Høgaryggur.
Barbara Andreasen er ættað og uppvaksin í Nólsoy, har hon eisini býr í dag saman við sjeikinum, Edvard og soninum, Braga.
Barbara og Edvard hava júst stovnað fyritøkuna Høgaryggur – á enskum Highridge – sum er uppkallað eftir húsinum hjá teimum í Nólsoy.
Á Høgaryggi droyma tey bæði um at liva eitt burðardygt, sjálvforsýnandi og sjálvbjargið lív. Hetta fara tey at gera við at gagnnýta tað tilfeingi ið tey hava, eitt nú jørð, seyð, hønur og gæs.
Okkum dáma væl at hava fingrarnir niðri í jørðini, greiðir Barbara frá. Vit eru í holt við at læra okkum at velta og at finna útav hvat veksur væl og hvussu umstøðurnar skulu vera fyri góðum gróðri. Eisini hava vit sankutøð, tað sum danir nevna kompost, fyri at gagnnýta sum mest.
Vit ganga høgt uppí at fáa sum mest burturúr tí sum vit hava. Vit turka urtir, súlta og fermentera so einki fer til spilli, greiðir Barbara frá. Og ætlanin er at selja hesar vørur, sum tinganeyst, í okkara egnu lítlu sølubúð í Nólsoy, sum vit vóna verður til reiðar næsta summar.
Upprunaliga var ætlanin at bíða við ferðavinnuvirkseminum inntil sølubúðin - sum tey byggja í løtuni - verður liðug, men eftir at hava luttikið í átakinum Nýskapan í landbúnaðarferðavinnuni fekk Barbara íblástur at byrja beinanvegin.
Vit hava valt bara at kasta okkum í tað í summar hóast sølubúðin ikki er liðug enn, greiðir Barbara frá. So í summar bjóða vit ferðfólkum forkunnigar ferðaleiðarartúrar við søgum og frásøgnum úr Nólsoy.
Tey bjóða bæði fyrrapartstúrar við morgunmati og seinnapartstúrar við frokost, har gestirnir eisini sleppa at síggja og uppliva garðin. Harumframt fara tey at bjóða gestum á gátt í teirra hugnaliga heimi á Høgaryggi í Nólsoy, har tey fara at borðreiða við stuttfluttum og heimaframleiddum mati úr egnum urtagarði.
Herfyri legði Barbara teirra verkætlan fram á móttøku í OY, ið var endabresturin í átakinum Nýskapan í landbúnaðarferðavinnuni. Sera stórur áhugi var ímillum gestirnir - ið vóru yvir 200 í tali - fyri forvitnisligu vørunum og nýggja tilboðnum í Nólsoy.
Barbara og Edvard gleða seg at fáa bæði útlendsk ferðafólk og føroyingar á vitjan í Nólsoy, og eru tey at finna á Instagram undir navninum @Highridge_Hospitality