Tað er nú greitt, at 379 lesandi hava søkt um lestrarpláss á Setrinum eftir summarferiuna.
Fróðskaparsetrið sigur, at tá ið umsóknarfreistin fór mánakvøldið á midnátt, vóru 379 umsóknir komnar um lestrarpláss á Fróðskaparsetri Føroya næsta lestrarár. Eitt nú eru munandi fleiri umsóknir komnar um masterlestur.
Talið á umsóknum í ár er á eini góðari leið, heldur leiðslan á Setrinum, hóast talið er eitt vet - 2,5 prosent - minni enn í fjør.
Í ár eru 379 umsóknir komnar til lestrarárið 2024/25 samanborið við 389 í fjør. Serliga hava tær tríggjar útbúgvingarnar í føroyskum gjørt eitt gott hál í ár tí hara 24 fólk søkt í ár, aftur ímóti einans sjey umsóknir í fjør.
- Tað frøast vit sjálvandi um, tí útbúgvingin í føroyskum Fróðskaparsetrinum, sum er einasta føroyska universitet í heiminum, skal jú hava okkara serliga ans, sigur Martin Tvede Zachariasen, rektari.
Annars hava færri søkt inn til pedagog og sjúkrarøktarfrøði, men læraraútbúgvingin, og búskaparfrøði, hava væl fleiri umsóknir enn undanfarnu tvey árini.
Vert er eisini at leggja til merkis, at áhugin fyri masterlestri á Setrinum er vaksin heilt fitt. Til dømis hava heilsuvísindi og samfelagsvísindi og stjórnmálafrøði nógv fleiri umsóknir enn seinast.
Eisini skal nevnast, at fleiri av útbúgvingunum bara verða bodnar út annaðhvørt ár, og tað ávirkar tølini. Til dømis varð bachelor í løgfrøði ikki boðin út í ár, og tann útbúgvingin fekk heilar 58 umsóknir í fjør.
Arbeitt verður nú við at viðgera umsóknirnar, og umsøkjarar fáa svar um upptøku í seinasta lagi 12. juli.
Niðan fyri sæst umsóknartalið býtt á útbúgvingar. Gevið gætur, at talan er einans um fyribilstøl enn, so onkrar smávegis broytingar kunnu koma.