Eitt sera spennandi val um valdið í Havn

Dimmalætting hevur spurt tíðindaleiðarar og blaðstjórar spurningar um kommunuvalið

Dimmalætting
10. november 2024 kl. 12:30

1. Hvussu hava kommunustýrini klárað seg farna valskeið?

Tað ilt at siga undir einum, hvussu øll tey 29 kommunustýrini í landinum hava klárað seg. Men tey flestu klára seg helst væl, tó at misjavnt er, hvussu nøgd fólk eru. Tað hava vit sæð í kanningini, sum Lóður gjørdi fyri Kringvarpið, har er heldur misjavnt, hvat skoðsmál ymsu kommunurnar fáa fyri ymsu tænasturnar.

Vit hava til dømis sæð á Tvøroyri, at fólk eru misnøgd við vinnuútbyggingar, og at ein nýggjur listi stillar upp, sum alternativ ímóti teimum báðum, sum hava myndað býráðið seinnastu mongu árini.

Í Havn hevur eisini verið ávís misnøgd við ymiskt í kommununi. Har eru fólk misnøgd við allar flokkar, og tí eru tveir nýggir borgaralistar stovnaðir. Annar har fólk eru misnøgd við byggisamtyktir, og hin, tí at fýra fólk úr Javnaðarflokkinum ikki vildu stilla upp saman við borgarstjóranum og dóttir hansara.

2. Hvat snýr valstríðið seg serliga um?

Valstríð til kommunuval snýr seg um lokalpolitikk. Har skulu fólk kring landið velja fólk at stjóran síni kommunu. Men tað er í størri mun nærdemokratiið, ið er til viðgerðar í kommununum. Men tað snýr seg eisini nógv um, hvussu vit skipa okkum og hvussu vit raðfesta á eitt nú eldraøkinum, barnaansingarøkinum og við skúlabygningum. Eitt kommunuval er – hóast tað bara er í Havn, Klaksvík og í Vági – eitt politiskt val, har vit velja fólk fyri at okkum at raðfesta, hvussu samfelagsvirðini verða býtt lokalt. Hoyri mangan fólk siga, at partapolitikkur hoyrir ikki heima í kommunalpolitikki. Men ger hann ikki tað, so hoyrir hann heldur ikki heima í landspolitikki. 

3. Hvussu hava borgarstjórararnir í teimum stórum kommununum klárað seg?

Aftur her er tað ymiskt. Vit hava nógvar sera royndar borgarstjórar í Føroyum, sum duga spælið væl og sum tí eisini klára seg væl. Men vit hava eftir hvørt kommunuval eisini nýggjar borgarstjórar, sum eisini klára seg væl. Tey sum sita í ymsu kommunustýrunum kring landið duga uttan iva væl at stuðla teimum nýggju, og nógvar umsitingar eru eisini so royndar, at tær uttan iva styða undir, um tað er onkur nýggjur borgarstjóri, sum ikki rættiliga veit, hvat hann skal.

4. Hvat væntar tú av valinum í Tórshavnar kommunu? 

Tað er stórur spenningur um valið í Tórshavnar kommunu. Mest tí, at fýra fólk hava brotið burtur úr Javnaðarflokkinum og stovna ein borgaralista saman við fólkum, sum hava stillað upp fyri aðrar flokkarar.

Javnaðarflokkurin fekk eitt sera gott væl seinast, 5.777 atkvøður, 43 prosent av atkvøðunum. Tað er ongantíð hent áður, at ein flokkur er so stórur í Havn. Tað er umleið líka nógv, sum Sambandsflokkurin og Tjóðveldi hvør sær fingu á seinasta løgtingsvali í 2022.

Men tað fær flokkurin helst ikki hesaferð, tá hann verður niðurbrotin innanífrá við tað, at fólk eru rýmd úr flokkinum og stilla beinleiðis upp ímóti flokkinum. Tað verður tí spennandi at síggja, hvussu hesin leikur ferð, og hvussu sterkur Javnaðarflokkurin kann gerast uttan hesi fólkini.

Tað verður eisin áhugavert at síggja, hvussu nýggi listin við javnaðarfólkum og øðrum fólkum fer at klára seg. Kemur hann inn? Ja uttan iva, fær hann eitt ella tvey ella trý? Ber tað til at stovna ein nýggjan lista og vera líka stórur sum t. d. Tjóðveldi og sum Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin tilsamans eftir trimum vikum? Tað verður spennandi at síggja. 

Og hvussu fer at gangast Borgaralistanum, protestlistin sum stillar upp ímóti øllum hinum? Havi ikki lagt merki til hann í valstríðnum, ætla tey sær í býráðið, so mugu tey til arbeiðis nú. Tí tað nyttar einki bara stilla upp. Haldi ikki tann listin hevur góðar vónir.

Og so er tað Framsókn, sum sær til at kapitulera við veikari uppstilling. Ein lítil flokkur sum Framsókn, sum ikki stillar fólkini upp í flokkinum, sum fáa atkvøður, hann kann valla fáa umboð. 

Og so Miðflokkurin. Skilji væl at ein flokkur, sum er umboðaður á tingi stillar upp. Sjálvandi skal hann hava atkvøðurnar frá sínum veljarum til býráðsvalið eisini. Men harfrá og so at koma inn í býráðið, tað er langur vegur, tí Miðflokkurin hevur valla nakrantíð fingið 875 atkvøður í høvuðsstaðum, og tað fær hann valla heldur hesaferð. Men hann stillar upp, og mótsatt Framsókn við sterkastu manning. Miðflokkurin hevur ein sterkan í Havn, Framsókn hevur fýra sterk fólk í Havn, sum ikki stilla upp. Á løgtingsvalinum fingu tey 1737 atkvøður tilsamans. Bara hetta atkvøðutalið er 10 atkøvður frá at fáa tvey vald býráðið. So har er illa telvað. Vil Framsókn sleppa fram at valdinum, so mugu tvey stilla fólkini upp, sum fáa atkøvður.

Fólkaflokkurin hevur seinastu árini verið veikur í Havn. Spenningurin hesaferð snýr seg helst um hvørt flokkurin megnar at varðveita tvey umboð í býráðnum.

Sambandsflokkurin hevur havt elendig val í høvuðsstaðnum, síðani tey tveittu Heðin Mortensen úr flokkinum. Fýra ferðir á rað hevur flokkurin bara havt ein býráðssess. Tá Heðin Mortensen enn var í flokkinum hevði hann bara tríggjar og fýra sessir.

Tjóðveldi fekk vind í seglini í Tórshavnar býráð, eftir at flokkurin fekk borgarstjóran, tá Fólkaflokkurin gjørdi eitt kvett og koppaði Listbeth L. Petersen sum borgarsjtóra eftir valið í 1996. Men seinastu árini er hann viknaður nakað. Hann hevur ført seg fram sum alternativið til Heðin Mortensen og Javnaðarflokkin. Spennandi verður, um tað fer at rigga hesaferð, ella um tann framgongdin druknar í teimum nýggju listunum.

Tað er í øllum førum nógv størri spenningur um býráðsvalið í Havn, enn tað hevur verið í nógv ár.

5. Hvat væntar tú av valinum í Klaksvíkar kommunu?

Í Klaksvík verður tað spennandi at síggja, um Fólkaflokkurin klárar at brúka tað valdið, sum hann fær frá veljarunum. Tað megnaði hann ikki seinast, tí hann ikki vildu hava Gunvá við Keldu til borgarstjóra.

Tað var líka til høgra beinnið, at Gunvá tók við seinast, tá nú Atli Justinussen av givnum orsøkum ikki kundi gerast borgarstjóri, sjálvt um hann var fyrstvaldur.

Fólkaflokkurin gav tí Sambandsflokkinum ein upplagdan møguleika at koma fyri seg í Klaksvík. Hann hevur verið úti og inni við einum umboði seinastu árini.

Nú fær Karl Johansen uttan iva gagn av borgarstjóra effektini, so sum Jógvan Skorheim eisini kundi gera sær dætl av.

Tað er valla nakar ivi um, at Fólkaflokurin verður størstur, men tað merkir ikki, at hann fær borgarstjóran fyri tað. Tað verður helst lætt at skipa samgongu uttan um Fólkaflokki, um tað eru seks, sum vilja tað. Men møguleikin er har, at Fólkaflokkurin fær meirilutan einsamallur, so er bara spurningurin, um hann kortini spælir sær av borgarstjóran, tí so er lítið vunnið.