Spennandi við nýggjum listum í Havn

Dimmalætting hevur spurt tíðindaleiðarar og blaðstjórar spurningar um kommunuvalið

Dimmalætting
9. november 2024 kl. 19:05

1. Hvussu hava kommunustýrini klárað seg farna valskeið?

Tað er sjálvandi torført at  gera eina felags meting av øllum kommunustýrunum, men gjøgnumgangandi haldi, at tey flstu hava klárað seg væl.

2. Hvat snýr valstríðið seg serliga um?

Tað er heldur ikki lætt at svara samla uppá, tí hetta eru lokalval, har tað, sum hevur størst týdning,  broytist frá kommunu til kommunu. Somu mál ger seg ikki galdandi í teimum fimm størru kommununum, sum í teimum smærru komununum.

3. Hvussu hava borgarstjórararnir í teimum stórum kommununum klárað seg?

Kommunurnar skulu syrgja fyri, at lokalsamfeløgini virka væl og at har er trivnaður. Tað tykist hava verið ein góð gongd hesi seinn árini, nú kommunurnar hava havt rættiliga vaksandi og stórar skattainntøkur.

Borgarstjórarnir í teimum fimm stóru kommununum  - eins og í øðrum kommunum – hava dugað væl at umboða kommunurnar, men tað er neyvan nakað at ivast í, at summir teirra fylla í meira lagi, sæð frá eygunum hjá summum borgarum.

4. Hvat væntar tú av valinum í Tórshavnar kommunu? 

Spennandi – serliga tí tveir listar eru komnir afturat. Fyrst og fremst verður spennandi at síggja hvussu Javnaðarflokkurin fer at klára fer og harvið eisini Kommunulistin. Spennandi verður eisini at síggja, hvussu nógvar persónligar atkvøður sitandi borgarstjórin fær.

5. Hvat væntar tú av valinum í Klaksvíkar kommunu?

Eisini sera spennandi. Fólkaflokkurin hevur fingið góða undirtøku í veljarakanningunum í Norðoyggjum – fer tað eisini at avspeglast í kommunuvalinum? Og hvør verður borgarstjóri eftir komandi val. Verður tað sitandi borgarstjórin – ella fyrrverandi borgarstjórin, sum hevur skift til Fólkaflokkin?