Í kvøld vóru fýra av teimum sjey dystunum í fyrsta umfari í kappingini um løgmanssteypið.
Víkingur við fleiri eykamonnum á liðnum skinklaði eitt sindur, tá ið FC Hoyvík á heimavølli legði seg á odda, men so vórðu fleiri royndir menn skiftir inn, og tað endaði við, at Víkingur vann 3-1. Sølvi Vatnhamar skoraði eitt mál, og innskifti Jákup Johansen skoraði tvey mál.
HB er næstovast á støðutalvuni, og í kvøld vann HB seg víðari í steypakappingini við at vinna 3-2 í Klaksvík. KÍ er á triðja plássi í landskappingini og eins og í fjør vann KÍ seg í ár ikki víðari úr fyrsta umfari í steypakappingini.
Tapið í kvøld var tað triðja í ár ímóti HB, sum fyrst vann stórsteypadystin 3-2, so vann 1-0 í landskappingardysti á heimavølli ímóti KÍ, og so í kvøld vann steypadystin í Klaksvík 3-2.
Fallið hjá klaksvíkingum síðani síðsta kappingarár er øgiligt. Meðan avrikini í fjør vóru sannførandi og spælið hugflogsríkt og tilvitað skipað, so er í løtuni ilt at síggja nakað mið og mál við tí, sum gongur fyri seg á vøllinum. Í fjør var Niels Jonathan Johansson framúr KÍ málverji. Higartil hava avrikini millum KÍ stólparnar ikki verið nakað at reypa av, og í kvøld bar av, tá ið Mark O. Jensen av álvara kloddaði í tí, tá ið HB avgjørdi dystin við 3-1 málinum, sum Hanus Sørensen skoraði.
NSÍ er á fjórða plássi í landskappingini, og lutakastið undan fyrsta umfari í steypakappingini lagaði seg soleiðis, at NSÍ tryggjaði sær luttøku í fjórðingsfinaluni uttan at spæla í fyrsta umfari.
07 Vestur er á fimta plássi og B36 á sætta plássi í landskappingini. Í morgin, flaggdagin, hava hesi feløg møguleika at vinna seg í fjórðingsfinaluna.
B36 eigur heimavøll ímóti Skála, og 07 Vestur fer at spæla á útivølli ímóti EB/Streymi.
Í kvøld boðaði ÍF frá, at Jákup Martin Joensen er nýggjur venjari í Fuglafirði. ÍF fer í morgin at spæla steypadyst á Toftum.
Í kvøld tryggjaðu tvey feløg í næstbestu deildini sær pláss í fjórðingsfinaluni. TB vann 2-0 á útivølli ímóti FC Suðuroy, og AB vann eftir 1-1 í longdari leiktíð brotssparkskapping á Sandi ímóti B71.
Síðsta bríksl í fyrsta umfari verður hóskvøldið klokkan umleið 21.15 í Gundadali. Beinanvegin eftir dystin millum B36 og Skála verður lutur drigin um, hvør fer at spæla ímóti hvørjum í fjórðingsfinalunum. Tær eru ásettar at vera hósdagin 9. mai, sum er Kristi Himmalsfarardagur.
KÍ – HB 2-3 (0-2)
0-1; Mathias Voss 4.
0-2: Mikkel Dahl 42.
1-2: sjálvmál 47.
1-3: Hanus Sørensen 70.
2-3. Páll A. Klettskarð 93.
FC Hoyvík – Víkingur 1-3 (1-1)
1-0: Fróði P. Rasmussen 26.
1-1: Sølvi Vagnhamar 37.
1-2: Jákup Johansen 65.
1-3: Jákup Johansen 68.
B71 – AB 0-0 eftir longda leiktíð 1-1 og eftir brotssparkskapping 6-7
0-1: Bartal S. Petersen 120.
1-1: Nóa Falkvard Petersen 124.
Brotssparkskapping
0-0: Tijani Yakubu
0-1: Filip í Liða
1-1: Rasmus Bosqueiro
1-2: Beinir Ellefsen
2-2: Sproti úr Dímun
2-3: Rógvi Skála
3-3: Harry Kircher
3-3: Tóki Rasmussen
4-3: Bogi Hentze
4-4: Gunnar Reynslág
5-4: Julian Frankieson
5-5: Jens Olsen
5-5: Bergur Hentze
5-6: Rói Zachariasen
FC Suðuroy – TB 0-2 (0-1)
0-1: Olivur Renéson Thomsen 24.
0-2: Mikal Tummasarson 79.
Hósdagin 25. apríl - flaggdagin
B68 – ÍF: Dagfinn Forná kl. 15.00
EB/Streymur – 07 Vestur: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 17.30
B36 – Skála: Alex Troleis kl. 19.00