Blind og sjónveik kunnu eftir øllum at døma fáa sjónina aftur. Tað er í hvørt fall ætlanin við nýggjari gransking í Stórabretlandi.
Har hava granskarar á sjúkrahúsinum í Moorfield í London, ið fæst við eygnasjúkur, skurðviðgjørt eina 88-ára gamla kvinnu fyri eygnaforkálking (AMD), har læknar settu eitt myndakipp inn í hennara vinstra eyga, so hon fekk sjónina aftur.
Tað skrivar The Guardian.
Myndakippið, sum verður opererað inn í eygað, verður koplað saman við sergjørdum brillum, ið hevur eitt innbygt videokamera. Hetta kameraið tekur myndir upp, ið verða sendar via eina infrareyða strálu inn í kippið, har myndirnar so blíva gjørdar til elektrisk signal, sum verða send til heilan.
– Heilin tulkar so hesi signal, eins og var tað á náttúrligan hátt, greiðir eygnaskurðlæknin á Moorfield sjúkrahúsinum, Mahi Muqit, fyri The Guardian.
– Kippið verður sett inn mitt í nethindina, eins og var tað ein partur av eyganum, ið sær. Og so kunnu vit stimbra kippið soleiðis, at sjúklingurin byrjar at síggja fleiri sløg av signalum. Hetta nýbrot kann hava við sær, at sjónveik fólk og fólk, sum hava mist sjónina vegna eygnaforkálking, fáa sjónina aftur. Tað er okkara vón, leggur hann afturat.
Tann 88-ára gamla kvinnan úr Dagenham er sum vera mann eisini glað fyri at hava fingið sjónina aftur í vinstra eyga, eftir at eygnaforkálking fór við sjónini.
– Eg eri lukkulig yvir, at eg fekk møguleikan at verða fyrsta fólkið, sum fær hetta kippið opererað. Og eg eri eisini vónrík, at eg kann sleppa at gera míni frítíðarítriv aftur. Eg vóni eisini, at nógv onnur eisini fáa gleði av hesum, sigur kvinnan, ið ynskir at vera ónevnd.