Eitt mál afturat um svik á internetinum

Løgreglan leitar framvegis eftir føroyingi, sum nú er fluttur til Danmarkar

Áki Bertholdsen
27. januar 2024 kl. 09:17

Í gjár boðaði løgreglan frá, at fleiri fólk høvdu ringt til tey at melda, at tey høvdu verið fyri sviki á internetinum.

Og nú hevur so eitt fólk afturat ringt at boða frá tí sama.

Talan er um ein mann, sum hevur sett alskyns lutir til sølu á internetinum, men hóast fólk hava goldið, hava tey onga vøru fingið.

Hugflogið hevur verið rættiliga gott, tí viðkomandi hevur bæði selt mat, bátsmotorar, fiskiloyvi, sum ikki eru til, og annað.

Løgreglan hevur illgruna til ein ávísan mann, men hann er farin til Danmrkar. Tí hevur løgreglan leitað eftir honum í samstarvi við løgregluna í Danmark, men enn hevur tað ikki eydnast at finna hann.