Síðstu nátt var tvær ferðir ringt til løgregluna at boða frá óbodnum gestum.
Fyrru ferð var av eini matstovu í Havn, har fleiri innbrot hava verið í seinastuni. Har hevði onkur, enn eina ferð, roynt at bróta seg inn á goymsluna við rúsdrekka.
Men av ringum royndum hava tey tryggjað goymsluna so væl, at innbrotstjóvurin skalaði ikki at sleppa inn. Løgreglan sigur, at einasti skaði, sum er hendur, er, at hurðin hevur fingið nakrar snuddir.
Men tey hava eisini sett vakmyndatól upp, og løgreglan fer nú at kanna tey fyri at vita um tey síggja nakað til tjóvin.
Seinnu ferð varð ringt til løgregluna at onkur hevði verið í einum arbeiðsskúri mitt í Havnini.
Løgreglan fór á staðið við hundum, og tey funnu onkur amboð beint við og har hava tey ymsar ábendingar um, hvussu tey kunnu finna tann, sum breyt inn.
Men tey siga, at í fyrstu syftu sær tað bara út sum at tað er onkur, sum hevur brotið inn fyri at leita sær skjól um náttina.