Eitt hitt størsta nethandilssvikið avdúkað

Omanfyri ein sløk millión av fólki úr øllum heraðshornum eru svikin í tí, ið verður rópt at vera tað higartil størsta heimsfevnandi nethandilssvikið.

Rúni Korsgaard
8. mai 2024 kl. 10:24

Soleiðis boðar The Guardian frá í dag, ið saman við týska tíðindablaðnum Die Zeit og franska Le Monde hevur kannað málið.


Talan er um omanfyri 800.000 brúkarar úr øllum heimi, tó í høvuðsheitum Evropa. Brúkararnir hava bílagt sniðvørur av ymsum slag, sum hava verið til sølu við serliga stórum avsláttri. Tó komu vørurnar aldri fram til brúkarnar.

Av hesum eru slakar 15.000 bíleggingar sporaðar at vera úr Danmark.


Eftir øllum at døma stendur eitt kinesiskt netverk handan svikabragdið.

Ofrini hava veitt gjalds- og persónsupplýsingar sínar á áleið 76.000 nethandlum, har onkrir av hesum ikki eru til longur.