2023 var fyrsta árið hjá Steno Miðstøðini. Diabetes- og endokrinologiska ambulatoriið, ið er partur av Medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum, lat dyrnar upp sum StenoMiðstøðin 1. januar 2023.
Endamálið við Steno Miðstøðini er at betra um lívskorini og økja um lívsgóðskuna hjá fólki, ið hava diabetes og aðrar hormonsjúkur í Føroyum. Málið er at Steno Miðstøðin verður ein miðstøð á altjóða stigi umboðandi nýhugsan og menning í sjúkrahúsverkinum.
Umframt arbeiðið í ambulatoriinum arbeiðir Steno Miðstøðin við betranarátøkum, ið hava til endamáls at styrkja viðgerðirnar, við at menna tvørgeira samstarvið, við at stimbra heilsugranskingina innan fyri diabetes og aðrar hormonsjúkur og við at styrkja heilsugranskingakervið undir føroyskari heilsugransking.
Árið í fjør var hendingaríkt. Í mars fór fyrsta supplerandi viðgerðarátakið í gongd og stutt eftir varð granskingarnevnd fyri Steno Miðstøðina mannað. At vera Stenomiðstøð merkir, at Steno Miðstøðin er í einum netverki við seks aðrar Stenomiðstøðir í Danmark og Grønlandi, hvørs virksemi er lutvíst fíggjað av Novo Nordisk Fonden. Í 2023 hevur Steno Miðstøðin, í samstarvi við Diabetesfelagið og aðrar Stenomiðstøðir í Danmark og Grønlandi, skipað fyri undirvísing og fyrilestrum.
Í ársfrásøgnini fyri 2023 ber til at lesa meira um farna árið á Steno Miðstøðini. Ársfrásøgnin liggur á heimasíðuni hjá Sjúkrahúsverkinum: Ársfrásøgn hjá Steno Miðstøðini fyri 2023 - Sjúkrahúsverkið (sjukrahus.fo).