Eitt friðarligt samdøgur hjá løgregluni
Ongar fráboðanir eru komnar í morgun um blokadur í samband við verkfallið
Fríðmundur Nattestad
27. mai 2024 kl. 08:55
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn segði í morgun, at hetta hevur verið ein sera still og friðarlig nátt.
- Vit hava ikki fingið nakra fráboðan um møguligar blokadur í samband við verkfallið, greiddi vaktleiðarin eisini frá.
- Um so er at onkur verður, so er okkara uppgáva bara at syrgja fyri, at alt gongur friðarliga fyri seg, segði vaktleiðarin.