Eitt ár við Trump: Eldur og øði!

Leygardagin 20. januar 2018 er júst eitt ár liðið síðani, at Donald J. Trump varð tikin í eið sum 45. forsetin í USA

Jógvan Svabo Samuelsen
19. januar 2018 kl. 12:27

Hetta fyrsta árið hevur ikki bara verið ógvuliga buldrasligt í mun til undanfarnu forsetavalskeið í søguni hjá USA, men nærum eisini óhugsandi. Nýggj umstrídd bók – Eldur og øði – er júst givin út. Bókin er ein innanhýsis frásøgn um, hvussu gerandisdagurin hjá Donaldi Trump og hinum í Hvítu húsunum er. Vit fara í hesi grein at hyggja nærri at hesi umstríddu bók hjá Michael Wolff


Eldur og øði: Inni í Hvítu húsunum hjá Trump (Fire and Fury: Inside the Trump White House) er heitið á nýggjari bók, sum viðger fyrstu níggju mánaðirnar hjá Donaldi Trump í Hvítu húsunum. Bókin kom á gøtuna tann 5. januar 2018, og bleiv beinanvegin skrykt av hyllunum og streyk upp á toppin á sølulistunum. Bókin strýkur ikki forsetanum við hárinum, tvørturímóti, hon lýsir forsetaembætið og arbeiðslagið í Hvítu húsinum sum tann fullkomna ruðuleikan.

Bókin er skrivað av tí umstrídda tíðindamanninum og rithøvundanum, 64 ára gamla Michael Wolff. Heitið á bókini – Eldur og øði – er eitt sitat frá Donaldi Trump um Norðurkorea. Síðani miðskeiðis í 2016, tá innanhýsis uppstillingin til forsetavalið var av og sjálvt forsetavalstríðið byrjaði, hevur Michael Wolff gjørt samrøður við fólk úr Trump-leguni. Eftir at Trump vann forsetavalið og gjørdist forseti, slapp Wolff at halda fram við sínum samrøðum, og fekk eisini loyvi at fylgja forsetanum og starvsfólkum hansara frá tí allar heilagasta – frá vesturveinginum í Hvítu húsunum.

Sum fluga á vegginum í vesturveinginum í Hvítu húsunum hevur Michael Wolff upplivað fleiri av hendingunum persónliga. Eisini hevur hann gjørt yvir 200 samrøður við politisku starvsfólkini hjá Donaldi Trump, og er hetta grundarlagið undir bókini.


Væntaði og vónaði at tapa

Wolff greiðir frá, at Donald Trump ongantíð ætlaði at gerast forseti. Nei, hann nevniliga bæði væntaði og vónaði at tapa forsetavalið. Hetta hevði ført við sær, at hann gjørdist enn meiri kendur, enn hann longu var kring allan heim. Og ikki minst, so vildi hann eisini gerast martýrur, tí hann hevði tapt til ta korruptu Hillary Clinton – til elituna í Washington DC. Dóttir hansara Ivanka Trump, og maður hennara Jared Kushner, vildu gerast eitt altjóða stjørnupar. Steve Bannon, høvuðsstrategurin hjá Donaldi Trump, vildi gerast hin sanni leiðarin hjá Tefloks-rørsluni, ein rørsla ytst á høgraveinginum í Republikanska flokkinum. Og Kellyanne Conway, forsetavalstríðsleiðarin hjá Donaldi Trump, fór at gerast kaðalsjónvarpsstjørna hjá teimum konservativu. Øll fóru at vinna, um tey nú bara taptu!

Tað, at tey flestu, sum arbeiddu fyri Donald Trump, væntaðu, at hann fór at tapa, viðførdi eisini, at eingin sá tann stóra trupulleikan í, at fleiri frá Trump-leguni høvdu samband við ymsar russar um ymisk ivasom viðurskifti. Tí hetta fór bert at gerast ein trupulleiki, um Donald Trump vann valið. Og tað fór hann jú ikki at gera. Men hann vann – Donald Trump – og gjørdist forseti í USA. Og eftir at hann gjørdist forseti, bleiv ein serligur ákæri settur, Robert Mueller, nettupp at kanna hesi ivasomu viðurskifti við russar. Henda kanning kann í ringasta føri hava við sær, at Donald Trump má leggja frá sær sum forseti.

Forsetavalkvøldið tann 8. november 2016, tá tað gjørdist greitt, at nýggi forsetin í USA bleiv byggimatadorurin Donald J. Trump, og ikki korrupta Hillary Clinton, sá Donald Trump út sum um, at hann hevði sæð eitt spøkilsi. Ella soleiðis skal sonur hansara Donald Trump Jr. hava greitt frá. Melania Trump, kona júst valda forsetan, græt. Og hetta vóru ikki gleðistár, sigst.


Høvuðsstrategurin Steve Bannon

Steve Bannon fær ofta heiðurin av at vera høvuðsorsøkin til, at tað eydnaðist Donaldi Trump at gerast forseti. Steve Bannon, sum millum annað hevur ein MBA frá Harvard, hevur verið ein av ídnastu stríðsmonnunum handan høgra-alternativu rørsluna, á amerikonskum nevnd ”alt-right”. Umframt at hava verið góð sjey ár í amerikanska herflotanum, hevur hann eisini roynt seg sum íløgubankamann hjá tiltikna Goldman Sachs, sum filmsframleiðara í Hollywood, har hann hevur verið við til at framleitt 18 filmar, og sum ein av høvuðsmonnunum handan heimasíðuna Breitbart Tíðindi. Breitbart heimasíðan hevur tíðindi og meiningar, sum eru ytst á høgruveinginum í USA.

Í august 2016, beint eftir at Donald Trump var blivin tilnevndur sum forsetavalevni fyri Republikanararnar, gjørdist Steve Bannon stjóri fyri forsetavalstríðnum hjá Donald Trump. Hann var høvuðsstrategurin handan populistiska pallin, sum skuldi enda við at gera Donald Trump til 45. forsetan í USA. Eftir forsetavalið flutti Bannon við inn í Hvítu húsini sum høvuðstrategur fyri nú valdmiklasta mannin í heiminum. Í teimum dagligu skemti- og undirhaldssendingunum, sum ganga í amerikonsku kaðalsjónvørpunum, bleiv hann sum oftast lýstur sum hann, ið hevði tað veruliga valdið í Hvítu húsunum. Donald Trump hinvegin bleiv háðaður, og lýstur sum eitt smábarn, ið hvørki hevði skil ella áhuga fyri politikki. Donald var dukkan hjá Bannon.

Mynd: Steve Bannon var høvuðsstrategur hjá Donald Trump undir valstríðnum og segðist vera veruligi forsetin, tá Trump kom í Hvítu húsini. Men tað broyttist, tá Bannon fekk øði í Trump – millum annað tí hann kallaði dóttur forsetans fyri eina býtta gás (Mynd: EPA/Jim Lo Scalzo)


Hin veruligi forsetin Steve Bannon

Bannon bleiv tí av mongum fataður sum at vera tann veruligi forsetin í USA. Bannon gjørdi heldur ikki tað stóra fyri at fáa hesar mýtur at hvørva. Nakað, sum seinni skuldi at koma at kosta Bannon øgiliga dýrt. Tað er lítil ivi um, at valdið var sligið í høvdið á Bannon. Hann hevði gloymt gyltastu, og einastu, regluna hjá Donaldi Trump – eingin yvir og undir við síðuna av The Donald! Hansara tíð sum høvuðsstrategur í Hvítu húsunum endaði tann 18. august 2017. Alment bleiv boðað frá, at hetta var gjørt í sátt og semju, og forsetin rósti eisini Bannon alment. Steve Bannon fór aftur til heimasíðuna Breitbart, har hann gjørdist nevndarformaður og høvuðsmaður. Sambært Bannon sjálvum, so var henda flyting ikki eitt afturstig,. Nei, nú skuldi hann vera høvuðstalsmaður forsetans og rørslu hansara, bara uttanfyri Hvítu húsini.

Í bókini hjá Wolff kemur Steve Bannon við fleiri ógvusligum ákærum. Ákærum, sum seinni skuldu koma honum aftur um brekku. Millum annað skal Bannon hava sagt, at dóttir Donald Trump, Ivanka, var býtt sum ein gás. At fundurin, sum hevði verið millum Donald Trump Jr., son forsetans, Jared Kushner, maður Ivanku og svágur forsetans, Paul Manafort, fyrrverandi valstríðsleiðari hjá Donaldi, øðrumegin, og so russiskar agentar hinumegin, var at meta sum landasvik. Og at serliga ákærin, Robert Mueller, hann, sum bleiv settur at kanna viðurskiftini millum Trump-leguna og Russland, fór at steikja Donald Trump Jr. í sínum egna feitti í beinleiðis sjónvarpi. Eisini ávaraði Bannon um, at Russlandskanningin kundi koma fram á hvítvaskaðar pengar, sum Jared Kushner og familja hansara høvdu fingið gjøgnum lán í Deutshe Bank.

Hesar útsøgnir Bannons høvdu verið betri ósagdar – í øllum førum fyri Bannon sjálvan. Tí við hesum útsøgnum fekk hann forsetans vreiði at kenna.


Avleiðingar av bókini

Donald Trump ynskti at steðga útgávuni av bókini, men tað eydnaðist ikki. Tann 4. januar 2018 sendi advokatur hansara bræv til forlagið um, at útgávan av bókini skuldi steðgast, men hetta førdi bert við sær, at bókaútgávan bleiv framskundað frá 8. januar til 5. januar. Tá tað ikki hepnaðist Hvítu húsunum at stegða útgávuni av bókini, valdi Donald Trump í staðin at siga sína hjartans meining um bókina, í sínum víðagitnu tweets. Forsetin tweetaði millum annað, at Michael Wolff var ein svikari, at innihaldið í bókini var tann reini heilaspuni, og at hann sjálvur, Donald Trump, var eitt róligt flogvit. Hetta seinasta var í mun til tær mongu ákærurnar í bókini, sum snúgva seg um persónsatferðina hjá Trump.

Steve Bannon, sum í bókini verður endurgivin fyri at kalla Donald Trump Jr. fyri landasvíkjara, og Ivanku Trump fyri heilablásta, bleiv nú forsetans fíggindi nummar 1. Áðrenn bókin bleiv alment givin út, høvdu ymsir miðlar fingið hana til ummælis. So øll tey saftigastu sitatini í bókini vóru tí longu almenn, áðrenn bókin varð útgivin. Donald Trump tweetaði tí longu 4. januar 2018, at Steve Bannon hevði mist vitið eftir, at hann var blivin rikin út úr Hvítu húsunum. Forsetanum líkt, so megnaði hann eisini at geva Bannon eitt eyknevni í handavendingini – nevniliga Sloppy Steve ella kanska vit høvdu sagt Skinkluti Steve?

Dagar seinni, tann 7. januar 2018, fór Steve Bannon út og bað alment forsetan og familju hansara um umbering. Men ov lítið og ov seint! Forsetin var ikki skuffaður, forsetin var svakur! Tað sigst, at forsetin gav kravboð um, at annaðhvørt vóru tey í parti við forsetanum, ella vóru tey í parti við Steve Bannon. Tað var eingin av teimum týdningarmiklu persónunum, sum vóru í iva um, hvørjum best var at vera í parti við – forsetanum í USA. Longu vikuskiftið 6.-7. januar 2018 kom fráboðan frá Rebekah Mercer – úr milliardingafamiljuni Mercer, sum veitir dyggan fíggjarligan stuðul til fleiri ytst á høgraveinginum – at hon gavst við at stuðla Bannon fíggjarliga. Og tveir dagar seinni tann 9. januar 2018 kom so deyðskossurin. Steve Bannon noyddist at gevast sum nevndarformaður og høvuðsmaður handan alternativa høgravenda tíðindapallin Breitbart. Steve Bannon hevur eina sera svára framtíð í væntu.


Eftirmæli

Bókin kann heilt víst viðmælast øllum, sum hava áhuga fyri politikki, fyri Donald Trump, ella fyri báðum. Bókin er løtt at lesa og sera undirhaldandi. Í løtuni fæst hon tó bert á enskum. Bókin kann keypast á www.amazon.com ella sum ljóðbók á www.audible.com. Heitið á bókini er ”Fire and Fury: Inside the Trump White House”. Rithøvundurin er Michael Wolff.