Tað var ein sorgardagur í fjør, tá sjónbandamyndir av søguligu dómkirkjuni í ljósum loga sóust á hvørjum skíggja í heiminum. Enn størri var sorgin í løtuni, tá víðagitni spírin rapaði í logarnar.
Søguliga dómkirkjan frá 12. og 13 øld fekk stórar skaðar av eldinum og arbeitt hevur síðani verið at endurbyggja og bøta um skaðarnar á kirkjuni.
Tað sum er eftir av Notre Dame er sera viðbrekið. Gamlir byggipallar, smeltaðir í eldinum eru sløddir um allan bygningin, eini 250 tons av jarn pallum, sum mugu ruddast burtur, fyri at fyribyrgja fleir skaðar av hesum.
Nú stendur fraklendska ikonið einsamalt og oyði. Arbeiðsfólkið er sent til hús vegna koronaátøkini í Fraklandi.
Forsætisráðharrin í Fraklandi, Emmanuel Macron vil hava endurbyggingina lidna til Olympisku leikirnar í París 2024, men ivasamt verður við um tíðarætlanin heldur.
Stórar seinkingar eru væntaðar vegna koronaátøkunum og av eitrandi støvi av smeltaðu blyggjtekjuni. Ætlanin er at sleppa í gongd aftur við endurbyggingina seinasta lagi í heyst.
Yvir 400 milliónir evrur vóru latnar í stuðli til at endurbyggja Notre Dame frá ríkfólki, fyritøkum og vanligum borgarum.
AP
mynd: reuters