Eitt ár síðani, at onnur bylgja av #MeToo rakti Danmark: Sofie luttekur ikki longur í kjaki á sosialum miðlum

Sofie Linde sigur í danskari sjónvarpssending, at hon hevur valt ikki longur at luttaka í kjaki á sosialum miðlum

Sigurjón Einarsson
26. august 2021 kl. 11:30

Tað eru deyðshóttanir, haturstala og hatsk boð, ið eru atvoldin til, at Sofie Linde hevur valt, at hon ikki ynskir at luttaka í kjaki á sosialum miðlum.

Tann harði tónin á sosialum miðlum er snúningsdepilin í sjónvarpssending hjá Danmarks Radio, ið nevnist "Vi kommer og dræber dig: Dødstrusler i indbakken".

Í sjónvarpssendingini siga ymisk kend fólk í Danmark frá sínum upplivingum við hóttanum og haturstalu frá fremmandum fólki á millum annað Facebook.

Ein av hesum er Sofie Linde.

– Eg minnist serliga eini boð, har viðkomandi hevði skrivað soleiðis: "Hey títt miðla-girndarfulla sirkus. Tú ert ólukksáliga slavin og ljót at hoyra upp á. Eg vóni, at børn tíni detta út fyri ein buss saman við tær". Tað helt eg vera sera ógvisligt, greiðir hon frá í sjónvarpssendingini.

Luttekur ikki longur í kjaki á netinum

Sofie Linde hevur verið vertur í fleiri sjónvarpssendingum og er von við, at hon viðhvørt fær ljót boð sendandi, men tað er serliga eftir eina hending, at tað gjørdist nógv verri, sigur hon í sendingini.

– Tað var eftir 26. august (í 2020, red.), har eg var vertur fyri ZULU Comedy Galla og haldi eina feministiska talu. Tað var eftir hesa talu, at boðini í innbakkanum byrja at broytast nógv, greiðir Sofie Linde frá.

Tað var til ZULU Comedy Galla, at Sofie Linde millum annað segði hetta í taluni: "Hvis du ikke går med ud og sutter min pik, så fucking ødelægger jeg din karriere! Så ødelægger jeg dig" – soleiðis hótti ein stór “TV-kanón” um tað mundið 18-ára gomlu Sofie Linde til ein jólafrokost í DR.

Eftir hetta kvøldið fekk hon fleiri deyðshóttanir í innbakkan, og har vóru eisini boð, har tað stóð: "Vit koma og neyðtaka teg".

Tað eru tílík boð, sum eru atvoldin til, at Sofie Linde hevur valt ikki longur at taka lut í kjaki á netinum.

Men við at luttaka í hesi sjónvarpssending hjá DR, har hon kemur við sínum íkasti, vónar Sofie Linde, at tónin á netinum verður betri.

Til ber at síggja sendingina ”Vi kommer og dræber dig: Dødstrusler i indbakken” her.

Dimmalætting hevur millum annað fokus á sosialar miðlar í blaðnum hesa vikuna, har til ber at lesa um internettrøll og ringan atburð á netinum.