– Frá í januar eigi eg mínar egnu sangir aftur. Tað helt eg ikki fór at vera møguligt.
Tað skrivar John Fogerty í tíðindaskrivi, sum altjóða miðlar skriva frá, millum annað BBC.
– Eftir 50 ár eri eg endaliga sameintur við mínar sangir aftur. Nú havi eg ávirkan á, hvar og hvussu mínir sangir verða brúktir. Inntil nú havi eg ongantíð havt møguleikan til at gera tað. Eg gleði meg at fara á konsertferð og fagna hetta í ár, skrivar hann víðari.
Bólkurin, ið John Fogerty spældi við, Creedence Clearwater Revival, var virkin frá 1959 til 1972, men tað var serliga árini frá 1969 til 1972, at bólkurin læt nógv kend løg úr hondum, har John Fogerty gjørdi flest teirra. Sangir sum “Proud Mary”, “Have You Ever Seen the Rain”, “Bad Moon Rising”, “Down on the Corner” og “Fortunate Son”.
Tað, at John Fogerty nú hevur keypt rættindini til sínar sangir, gongur eitt sindur ímóti tíðarandanum júst nú, tí eitt nú Sting, Bob Dylan og Neil Young hava selt rættindini til sínar sangir fyri milliardaupphædd.
Stríðið millum Fogerty og Fantasy Records
Stríðið um rættindini til sangirnar hjá Fogerty botnar í einum sáttmála, sum fyrrverandi oddamaðurin í Creedence Clearwater Revival gjørdi við Fantasy Records.
Eigarin í felagnum, Saul Zaentz, átti bæði masterupptøkurnar og rættindini at geva tónleikin hjá Fogerty út – eisini eftir at John Fogerty og Fantasy Records fóru hvør til sítt í 1974. Og at kalla síðan tá, hevur Fogerty stríðst fyri at fáa rættin til sín tónleik.
Í 1980-unum fór plátufelagið so mikið langt, at felagið legði sak móti Fogerty fyri umleið eina milliard krónur, tí hann, sambært plátufelagnum, stjól úr tónleikaverkum hjá øðrum. Tað endaði tó við, at John Fogerty vann hesa heldur margháttligu sak.
Stríðið millum plátufelagið og Fogerty hevði eisini við sær, at John Fogerty noktaði at spæla sínar egnu Creedence Clearwater-sangir, men sambært samrøðu við Billboard, so fekk Bob Dylan tosað John Fogerty til rættis, so hann aftur sang sangir hja Creedence.
– John, um tú ikki fert at spæla “Proud Mary” skjótt, so fara fólk at halda, at hatta er ein Tina Turner-sangur, skal Bob Dylan hava sagt við Fogerty í 1987, sambært Billboard Magazine.
Og tað er enn dugur í John Fogerty. Her er ein upptøka frá 2020, tá hann syngur "Bad Moon Rising":