Hesa seinastu tíðina hava vit hoyrt fleiri dømi um, at samskiftiskaðalar sum liggja eftir havbotninum ímillum lond, verða saboteraðir.
Og í gjár reisti Sólvit E. Nolsø, tinglimur fyri Framsókn reisti hetta málið á Løgtingi. Í tí sambandi spurdi hann Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismann í tilbúgvingarmálum, hvat vit í Føroyum gera fyri at verja okkara samskiftiskaðalar.
Hann heldur, at hetta er eitt øki, vit eiga at leggja størri dent á, tí vit eiga ikki at vera so bláoygd at halda, at hetta ikki kann raka okkum eisini.
Bjarni Kárason Petersen váttar at vit eru ómetaliga bundin av kaðalsambandi við umheimin. Vit hava tveir høvuðskáplar ímillum Føroyar um umheimin, nevniliga Shefa 2 kaðalin og Farice kaðalin.
Hann sigur, at eini 98 prosent av okkara telesamskifti við útheimin er ígjøgnum kaðalar, sum liggur eftir avbotninum, so fáa teir eitt brek á teir eru vit av álvara illa stødd.
Hann vísir kortini á, at tað er eingin ítøkilig hóttan ímóti okkara samskiftiskaðalum. Men fyri tað heldur hann, at hetta er eitt mál vit eiga at viðgera, tí vit síggja, at kaðalir verða saboteraðir aðrastaðni.
Og hann sigur, at hetta er eisini eitt mál, tey hugsa rættiliga nógv um í Landsstýrinum.
Hann sigur, at felagsskapurin fyri sjókaðalar hevur havt fund, har hesi mál verða viðgjørd. Samstundis hevur fyrrverandi Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, mælt til, at Nato ger ein felagsskap sum kann viðgera hesi málini og sum skal breiða vitan um, hvussu vit verja okkara kaðalar sum frægast.
Løgmaður hevur gjørt greitt, at Føroyar skulu við har tað viðkomandi fyr okkum at vera við og Bjarni Kárason Petersen heldur, at hetta var eitt arbeiði, sum tað er sjálvsagt hjá okkum at vera við í.
Annars nevnir landsstýrismaðurin at nú er tøkni ment, sum ger tað munandi lættari at hava eftirlit við sjókaðalum - og tað er tøkni har tað eisini ber til at staðfesta hvør hevur skyldina, skuldi ein kaðal fingið eitt brek. Men samstundis hevur Nato eftirlit við teimum kaðalum, sum liggja eftir havbotninum.
– Vit arbeiða eisini við at bøta um sambandið umvegis fylgissvein, sigur Bjarni Kárason Petersen.
Eitt mál, sum somuleiðs verður umrøtt, er um vit eisini skulu hava ein kaðal afturat teimum sum eru.