Eisini Suðuroyar Sparikassi hækkar nú rentuna

Nú hevur ein banki afturat boða frá rentuhækkingum

Áki Bertholdsen
23. oktober 2023 kl. 11:32

Rentan er enn ein ferð hækkað úti í heimi, og tað merkist eisini hjá okkum. Betri Banki hevur boðað frá rentuhøkkingum og nú boðar eisini Suðuroyar Sparikassi frá, at tey hækka rentuna.

Danski Tjóðbankin hevur hækka rentuna 0,25 prosentstig og peningastovnarnir í Føroyum plaga at halda seg til tað.

Suðuroyar Sparikassi sigur, at útlánsrenturnar hækka upp til 0,25 prosentstig fyri bæði privat- og vinnukundar.

Men innlánsrenturnar hækka meir, tí tær hækka upp til 0,50 prosentstig fyri bæði privat- og vinnukundar. Rentuhækkingarnar koma í gildi 6. desembur.

Helst er tað bara ein spurningur um tíð, áðrenn hinir báðir bankarnir, BankNordik og Norðoya Sparikassi, eisini boða frá rentuhækkingum