Eisini Bussleiðin í Havn avlýsir fyri veður

Túrarnir til bygdirnar í kommununi verða avlýstir

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Sum vit skrivaðu í áðni verður so nógvur vindur í dag, at fleiri rutur hjá Strandferðsluni og Bygdaleiðum verða avlýstir.

Men vindurin ávirkar eisini koyringina hjá Bussleiðin í tórshavnar kommunu.

Býráðið sigur, at hetta merkir, at koyringin til bygdirnar, Kirkjubø, Velbastað, Hvítanes, Kollafjørð og Signabø, verður avlýst restina av degnum.

Tó koyrir skúlabussurin úr skúlanum klokkan tvær ferðir á miðdegi og koyrir runt í Kollafjørði og á Signabø.

Síðsti túrur úr Kollafjørði er nú fyrrapartin klokkan 10.42 og av Hvítanesi klokkan 11.17. Síðsti túrur úr Kirkjubø, umvegis Velbastað, til Kaldbaks, verður klokkan 10.16 nú fyrrapartin og bussurin koyrir aftur úr Kaldbak klokkan 11.15.

Í morgin ári verða fyrstu túrararnir á leið sjey, sum koyrir ímillum bygdirnar, avlýstir og bussarnir fara undir koyringina klokkan 14.32.