Sum vit hava skrivað nakrar ferðir fyrr í dag, fara øll arbeiðarafeløgini, uttan Havnar Arbeiðskvinnufelag, í verkfall á midnátt mánakvøldið.
Hetta er støðan eftir at arbeiðarafeløgini vrakaðu eitt semingsuppskot frá semingsmanninum, tí lønarhækkingin var ov lítil.
Men nú ger Vinnuhúsið greitt, at eisini arbeiðsgevararnir vrakaðu semingsuppskotið - tí lønarhækkingin var ov høg.
Sostatt hevur semingsmaðurin nú lagt frá sær, og er givin við við semingsroyndini.
Men hóast limirnir í øllum arbeiðarafeløgunum, uttan Havnar Arbeiðskvinnufelag, nú fara í verkfall, eru tað kortini summi, sum skulu møta til arbeiðis, sum vanligt.
Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur, at tvær treytir skulu lúkast fyri at starvfólk eru fevnd av verkfallinum
Í fyrru atløgu fevnir verkfallið bara um tey starvsfólk, sum arbeiða undir kollektivum sáttmála ímillum Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fýra fakfeløgini, sum hava lýst verkfall.
Í øðrum lagi skulu starvsfólk vera limur í einum av teimum fýra fakfeløgunum, sum er farið í verkfall.
Tað merkir, at starvsfólk, sum ikki eru limir í einum av fakfeløgunum, sum fara í verkfall, eru ikki fevnd av verkfallinum, og hava skyldu at møta til arbeiðis sum vanligt.
Og sum eitt annað dømi kann nevnast, at ein arbeiðari, sum er settur eftir hondverkarasáttmálanum, er heldur ikki fevndur av verkfallinum, og skal møta til arbeiðis sum vanligt.
Lærlingar, næmingar og praktikantar, eru heldur ikki fevndir av verkfallinum og skulu møta sum vanligt, sigur Vinnuhúsið.