Ongi úrslit

Eirikur er nú landsstýrismaður

Løgmaður útnevndi fyri løtu síðani Eirik í Jákupsstovu at vera landsstýrismann í almanna- og mentamálum

Jonhard Hammer
10. mars 2025 kl. 18:11

Eirikur í Jákupsstovu er nú landsstýrismaður í almanna- og mentamálum. Á samkomu í Tinganesi fyri løtu síðani handaði Aksel V. Johannesen løgmaður Eiriki skjal, sum er ítøkiligt prógv um, at Eirikur er landsstýrismaður.

Eirikur í Jákupsstovu er ættaður av Eiði. Hann er útbúgvin løgfrøðingur og býr í Klaksvík.

Á løgtingsvalinum 8. desember 2022 fekk Eirikur í Jákupsstovu 295 persónligar atkvøður. Hann var nummar sjey á listanum. Tjóðveldi vann seks umboð í tingið. Tá ið flokkurin varð partur av samgonguni og trý av valdu tingfólkunum fóru í landsstýrið, var Eirikur í Jákupsstovu ein av trimum, sum tóku við tingsessi.

Nú skiftir Eirikur í Jákupsstovu tingsessin út við sessin sum landsstýrismaður í almanna- og mentamálum.

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

18. sepember kl. 19:02

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

Í gjár kl. 06:00

Veiðirættindi seld fyri 28 milliónir: Felag skal rinda 14 milliónir í skatti

19. sepember kl. 13:00

Elsebeth: – Eg harmist um mistakið

17. sepember kl. 23:21

Tað er fúl etandi skomm fyri Havnina

18. sepember kl. 10:29

Fyrsta fjarstýrda skurðviðgerð av sjúklingi í Føroyum framd

16. sepember kl. 13:11