Eirik Bakke er farin til hús

Norski venjarin hevur boðað frá, at hann verður ikki venjari hjá KÍ

Jóannes Hansen
15. januar 2024 kl. 23:09

Tað hevur ligið í kortunum, síðani Magne Hoseth boðaði frá, at hann gavst í Klaksvík, at KÍ fór at gera skjótt av, og at ein annar norðmaður fór at taka við starvinum í Klaksvík.

Eirik Bakke varð nevndur, og nordlysid.fo segði seg í gjár vita, at Eirik Bakke var komin til Klaksvíkar.

Bíðað hevur verið eftir, at tað fór at verða kunngjørt, at nýggjur venjari var settur, men nú sær tað út til, at Eirik Bakke verður ikki KÍ venjari – í hvussu so er ikki í hesum umfarinum.

TV2.no vei seint í kvøld at siga, at Eirik Bakke hevur gjørt av at fara til hús aftur, og at hann ikki verður KÍ venjari:

-Eg fari ikki ttil Føroya. Eg havi havt nakrar dagar at hugsa meg um, og nú er avgerðin tikin. Eg fari at vera heima, sigur Eirik Bakke.

KÍ spælararnir eru stevndir at møta aftur til venjingar mánadagin 22. januar.