Tað var um reppið, at skotski havrógvarin Duncan Hutchison ikki doyði, tá hann í farnu viku varð bjargaður av 180 metra langa tangaskipinum Asphalt Splendor.
Eftir at hava róð í 100 samdøgur tvørtur um Atlantshav, mátti Hutchison leggja árarnar inn og gevast í royndini at koma á mál í 20 fót langa træbáti sínum, Sleipnir.
Eitt skifti var báturin einans seks metrar frá stóru skrúvuni á stóra skipinum, og neyðstaddi skotin trúði, at hansara seinasti dagur var komin.
Tað var mánadagin í farnu viku, at Asphalt Splendor kom Hutchison til hjálpar. Tá gjørdist greitt, at hann ikki kundi halda fram orsaka av, at brek var hent við elektrisku skipanini í ringa veðrinum og høgu alduni. Og tá GPS’urin ikki longur virkaði, valdi hann at kalla eftir hjálp.
Fyri trimum mánaðum síðani legði hann frá landi nakað sunnan fyri New York á 3.000 fjórðinga langa rógvitúrin, og eftir hundrað samdøgur var hann komin so mikið langt, at hann var staddur 863 fjórðingar vestur úr Cornwall.
Tá hann sendi út neyðarkall, var Asphalt Splendor staddur um 40 fjórðingar burturi, og boð vóru send til hansara um at broyta kósina.
Tá stóra skipið kom fram, vórðu fleiri royndir gjørdar royndir, áðrenn tað eydnaðist at fáa Sleipnir at borði.
Nú Hutchison er heima í Skotlandi aftur, hevur hann greitt BBC Scotland nærri frá hvat hendi. Tað var ikki so lætt at fáa bátin at borðinum. Í fyrstu royndini, tók Sleipnir sjógv inn í bæði borð og báturin rak aftur móti reyvini og skrúvuni á stóra skipinum. Línan slitnaði, og Sleipner rak frá aftur, áðrenn nøkur vanlukka hendi.
- Í aðru atløgu tók báturin aftur sjógv inn, men eg kom at hanga í línuni, og tað eydnaðist mær at koma á leytaran, meðan báturin rætti seg uppaftur, rak aftur við borðinum og kundi ikki bjargast, greiddi Duncan Hutchison BBC frá.
Men Duncan Hutchison kom umborð á Asphalt Splendor, sum kundi halda leiðina fram móti New York við rógvaranum umborð. Bretska bjargingartænastan staðfesti seinni, at Sleipner rak í ein landnyðring.
Eitt av endamálunum hjá Hutchison at fara undir henda vandamikla túrin, var at vísa at ”vanlig fólk eisini kundu fremja óvanlig avrik”, og tí iðrar tað hann, at hann mátti gevast á hondum, og at hann nú eisini hevur mist bátin, sum hann brúkti trý ár at smíða.
Hann rósti annars bátinum fyri at klára seg væl í ringum sjógvi.
Túrurin varð eisini gjørdur fyri at savna inn pengar til WaterAid. Higartil eru 26.000 pund komin inn.