67 nýggir persónbilar vóru seldir í februar í ár. Tað er júst sama tal, sum selt var í sama mánaði í fjør.
Verður hinvegin hugt at talinum av seldum persónbilum hesar báðar fyrstu mánaðirnar av árinum, so eru 20 færri persónbilar seldir í mun til í fjør, og tað svarar til eina afturgongd í søluni uppá góð 16 prosent.
Samlaða afturgongdin í søluni av nýggjum akførum liggur á umleið 20 prosent. Tað sum eisini sæst, er at færri vøruvognar eru seldir í ár í mun til í fjør.
157 nýggj akfør eru seld higartil í ár móti 196 akførum í fjør.
Akstovan sigur, at 30 brúktir persónbilar eru innfluttir í februar í ár móti trimum í februar í fjør.
Tilsamans eru 56 persónbilar innfluttir higartil í ár móti fimm tveir teir fyrstu mánaðirnar í ár.