Í 2022 vóru 7,6 prosent fólkinum í Føroyum í fátækaváða. Tað er nærum á sama stigi, sum í 2021, 2020 og 2019.
Tað vísir uppgerð hjá Hagstovu Føroya.
Fátækaváðin, á enskum "at-risk-of-poverty", er eitt altjóða mát, ið lýsir borgararnar í samfelagnum við lutfalsliga fáum nýtslumøguleikum. Grundarlagið undir hagtølunum er javnvirðisinntøkan, sum er ein roknað inntøka hjá hvørjum borgara eitt heilt ár. Fátækaváðin sigur, hvussu stórur partur av borgarunum í samfelagnum hava eina javnvirðisinntøku, sum er lægri enn 60% av miðjavnvirðisinntøkuni í samfelagnum.
Óbroyttur fátækaváði
Prosentparturin av teimum í fátækaváða fall frá 2018 til 2019 úr 9,8 prosentum niður í 7,6 prosent. Í 2022 var parturin av fólki í fátækaváða 7,6%, sum er á sama stigi sum 2021. Fátækaváðin hevur annars verið nakað størri. Prosentparturin av teimum í fátækaváða var um 9 til 10 prosent í tíðarskeiðnum 2012 til 2018.
Færri eldri í fátækaváða
Orsøkin til fallið frá 2018 til 2019 var einamest, at aldursbólkurin 67 og eldri, sum í stóran mun hevur verið undir hesum marki, fór upp um markið í 2019 og heldur seg framvegis omanfyri í 2022. Tað vóru einamest tey, ið eru 67 ár og eldri, har tey vóru tvey ella fleiri í húski, sum fóru upp um markið í 2019. Hinvegin er støðan hjá teimum støku 67 ár og eldri áleið tann sama í 2022, sum hon annars hevur verið, har áleið helvtin av teimum enn eru undir fátækaváðamarkinum.