Fólkatingið kom saman aftur í dag, har stórt fokus var á danska forsætisráðharran, Mette Frederiksen, tá hon skuldi halda setanarrøðu í Fólkatinginum í samband við, at nýtt tingár byrjar.
Undan degnum í dag var greitt, at Tey Radikalu høvdu kravt, at Mette Frederiksen skuldi skriva út val í dag, men tað hendi ikki.
Tó segði hon, at um ikki so leingi, so fara teir politisku munirnir av álvara at verða kritaðir upp.
til miðlarnar eftir setanina, at fólkatingsvalið nærkast, men at tíðin kanska ikki er røtt til at hava eitt val júst nú.
– Men nú er tað soleiðis, at um meirilutin ynskir tað, so er tað eitt ein, sum ein og hvør stjórn skal arbeiða undir. Tað skal vera ein meiriluti fyri einari stjórn, minti danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, miðlarnar á.
Útihýsir samstarv við Tey Radikalu
Mette Frederiksen vísir aftur, at ein stjórn við danska javnaðarflokkinum og Tey Radikalu kann verða veruleiki.
– Sosialdemokratiski flokkurin fer ikki til val upp á hetta, sigur hon við miðlarnar eftir setanarrøðuna.
Danski forsætisráðharrin hevur fleiri ferðir latið upp fyri, at ein komandi stjórn kann vera eitt samstarv yvir miðjuna, men at flokkurin fer til val fyri at halda fram við núverandi einflokkastjórn.
Politisku serfrøðingarnir royna nú at tulka og greina setanarrøðuna og retorikkin eftir røðuna. Gitt verður, um Mette Frederiksen bíðar til í morgin til at skriva út val, tí tað er seinasta freist frá Radikala flokkinum, tí annars tekur flokkurin stuðulin til sitandi stjórn aftur.
Tað verður eisini gitt, hvørt núverandi forsætisráðharri, við hesari setanarrøðuni, velur at ganga plankan út, eftirsum Mette Frederiksen í setanarrøðuni róð framundir, at tað eru stórar avbjóðingar fyri framman, sum stjórnin skal arbeiða við.
Millum annað vórðu orkuavbjóðingar, vaksandi inflasjón og trygdarspurningurin nevndar sum stórar avbjóðingar fyri framman, sum stjórnin skal finna loysnir á.