Einki nýval á hesum sinni

Grønlendski landsstýrisformaðurin fer ikki at eftirlíka ynskinum hjá Demokratunum

Ari av Rana
8. februar 2021 kl. 17:21

Demokratarnir í Grønlandi tóku seg í dag úr samgonguni við Siumut og Nunatta Qitornai. Samstundis sum Demokratarnir tóku seg úr samgonguni heittur teir á landsstýrisformannin, Kim Kielsen í Siumut, um at skrivað nýval.

Men hesum eftirlíkar Kim Kielsen ikki. Á tíðindafundi fyri løtu síðani boðaði hann frá, at Siumut og Nunatta Qitornai halda fram sum minnilutastjórn og at flokkarnir nú arbeiða við at finna møguleikar.

Sum nú er hevur minnilutasamgongan 12 av 31 sessum í Inatsisartut.

Les eisini: Deokratarnir hava tikið seg úr grønlendsku stjórnini